Eftir ríkisfundin verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd. Til tann fundin verða umframt teir tríggjar stjórnarleiðararnar, eisini Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnu-, handils-, uttanríkismálum, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Trine Bramsen, verjumálaráðharri.
Eftir fundirnar verður skipað fyri tíðindafundi.
Fjølmiðlar kunnu venda sær til Páll Holm Johannesen, telefon 551040, fyri at fáa meira at vita.
Løgmansskrivstovan.