Archibald Black er oddamaður í verkætlanini og mannar stýrið saman við Finn Kjølbro, Anfinn Kallsberg og Líggjasi í Bø. Handverkararnir Sjúrður Sólstein og Erland Dahl eru báðir knýttir at verkætlanini, og harumframt vóru Albert Isfeldt, arkitektur, Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa og Jógvan Skorheim, borgarstjóri við í reisigildinum.
Eisini kom ein av trúgvu grannunum, Jákup á Biskupstøð, framvið. Hann tók til, at Nólsoyar Páll var langabbi abba hansara.
Merkið bleiktraði so fagurt á norðastu sperruni og var hetta hugaligt at síggja, sum tekin um, at nú er eitt týðandi stig nátt í hesi serstøku verkætlan, sum hevur fingið dyggan stuðul ymsa staðni frá.
Í næstum verður tekja løgd á, klætt og vindeygu sett í, so lokað verður inni fyri veturin, og tað hugaliga inniarbeiðið kann byrja.
Stigtakararnir við Archibald Black á odda eru varðisligir við tíðarætlanini, men vóna, at á sumri 2018 sæst væl eftir.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH