Vaska tær væl og ofta um hendurnar - jú oftari, tú vaskar tær um hendurnar, jú betur.
Minst eisini til at spritta og/ella vaska telefon, knappaborð, teldu, skriviborð og aðrar yvirflatur fyri at minka um smittuvandan.
Fyri at gera tað lættari at minnast hesi ráðini, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt viðhefta kunningarplakatina, ið kanna prentast út og hongjast upp á arbeiðsplássum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið