NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Røðan hjá Sigurd Lamhauge til Tunlar norður um fjall

8/11/2022

Comments

 
Picture
Góðan dag øll somul og vælkomin til hetta hátíðarhald, nú vit í dag lata seinasta skotið av til tann nýggja Árnafjarðartunilin, ein av tveimum tunlum Norður um fjall.  

Henda verkætlanin hevur stóran týdning fyri framtíðina, fólkið og vinnuna, ið liva og virka her norðan fyri. 

Skráin hjá okkum er hendan: Meiningin var at  landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Uni Rasmussen, skuldi flyta fram røðu, men hann er upptikin av øðrum arbeiði júst nú, so hann fær ein nýggjan møguleika seinni.

Aftan á meg kemur borgmeistarin í Klaksvík, Karl Johansen, at flyta fram røðu.

Ungur nemur gamal fremur, verður sagt.

Nú hava ungir menn staðið á herðunum á  teimum, ið bygdu tann fyrsta Árnafjarðartunilin, og nú eru teir eisini komnir á mál við sínum arbeiði.

Um eina løtu lata vit seinasta skotið av og eina nýggja, betri og trygga farleið millum Ánirnar og Árnafjørð.

Til at trýsta á spreingiknøttin í dag, nú vit lata seinasta skotið av, hava vit fingið ein mann, ið var var við til at gera tann fyrra Árnafjarðatunnilin: Knút Guðjónsson.

Knút var formaður fyri tað eina “sjakkið” av trimum, undir Gísla Gíslason, sum var íslendingur, ið stóð fyri teimum fyrru og gomlu tunlunum Norður um fjall.

  Knút er ein royndur maður á tunnilsøkinum, hann var við til at gera Hvalbiartunnilin, ið nú eisini er avloystur av einum nýggjum tunli, eins og Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin eisini verða um ikki so langa tíð.

Hann var eisini við til at gera Sandvíkartunnilin.

Vit fara frá einum eitt sporaðum lágum tunli til eina tvísporaða farleið. Soleiðis er tað, og soleiðis skal tað vera í einum livandi samfelagi, sum mennist og støðugt betrar um undirstøðukervið.

Í dag standa vit við ein merkisvarða í hesi verkætlanini. Umleið 4071 m eru skotnir gjøgnum fjøllini, vit mangla nakrar metrar í Hvannasundstunlinum.  Árnafjarðatunilin verður  1888 m og Hvannasundstunilin verður 2183 m, so eru vit eisini ígjøgnum har.

Vegir skulu sjálvandi gerast til tunnilin, og tilsamans eru játtaðar 522 milliónir krónur til arbeiði.

Arbeiði hevur gingið framúr væl. 30.09.2021 varð fyrsta skotið latið í Hvannasundstunlinum, og um eina viku ella so verður tað seinasta latið av.

02.11.2021 varð fyrsta skotið til Árnafjarðatunlinum latið av, og nú, eitt ár seinni, í dag 08.11.2022 lata vit tað seinasta skotið ganga.

Enn er nakað arbeiði eftir, áðrenn ferðsla kann koyra ígjøgnum tunnilin. Ymiskt arbeiði er eftir at gera. Vegaarbeiði við tunnilsmunnarnar, vegagerð inni í tunlinum, tekniskar installatiónir, ljós og onnur trygdarútgerð skal gerast liðug, áðrenn klárt er at koyra. Sambært tíðarætlan, verður hetta arbeiðið liðugt í desember 2024.

Samanumtikið er einki at finnast at í verkætlanini higartil.

Tað, ið vit sum byggiharri kunnu frøast mest um, er, at tað er ongin arbeiðsvanlukka er skrásett.

Arbeiðsvanlukkur kunnu skjótt henda í slíkum vandamiklum arbeiði, um arbeiði ikki verður skipað so, at trygdin er tað týdningarmiklasta.

Takk til tykkum, ið hava skipað arbeiði, gott at øll starvsfólk eru koma heim trygt og væl og í tí standi tey vóru í, áðrenn tey fóru til arbeiðis.

Eg vil í dag takka LBF, ið er høvuðsráðgevi á verkætlanini, høvuðsarbeiðstakara Articon og undirveitarum teirra, norska felagnum LNS og El-Service á Skála, fyri dygdargott arbeiði. Og eisini okkara egnu fólkum á Landsverki, ið hava gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði at skipa eina slíka verkætlan.

Enn eina ferð vil eg takka leiðslum og starvsfólki fyri væl úr hondum greitt arbeiði higartil.

Takk fyri.

Sigurd Lamhauge, stjóri

Landverk Føroya

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.