NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Røðan hjá borgmeistarnum til Ársins Rósu Victor Dánjalsson

23/12/2021

Comments

 
Picture
Victor Dánjalsson fekk ársins rósu 2021 og tað var sanniliga uppborið. Stórt tillukku til Victor Dánjalsson.

Her røðan hjá borgmeistarnum, Karl Johansen:
Fyri 17 árum síðan – í 2004 – tók lokalsamfelagið her í Norðoyggjum stig til at enda árið við at geva einum persóni ella felagsskapi her í lokalsamfelag-num eina viðurkenning, eitt herðaklapp, sum valt varð at kalla “ársins rósa”.

Og síðan tá eru 15 ymiskir persónar og ein felags-skapur blivin heiðrað við “ársins rósu”, sum eftirhondini er blivin ein kendur heiður, ið fólk leggja merki til og gleðast um saman við tí, sum verður kosin “ársins rósa”.

Í 2020 elvdi korona-farsóttin til, at bæði Jólaskipið og Ársins Rósa vórðu avlýst, so eingin fekk heiðurin í fjør. Men í ár hava fyriskipararnir av jólaskipatiltakinum gjørt ein eyka innsats, soleiðis at Jólaskipið í ár kundi koma til Klaksvíkar, hóast korona enn ikki heilt hevur slept takinum.

Vit, sum nú hava ábyrgdina av “ársins rósu”, hava valt at gera tað sama og umskipa handanina í ár, so vit ikki enn einaferð verða noydd at leypa hesa heiðranina um.

Tí eru vit ikki savnaði í stórari mannfjøld í ár, men eru farin heim til ein persón, sum fleiri her í lokalsamfelagnum – bæði í ár og undanfarin ár – hava skotið upp skal hava heiðurin “ársins rósa”.

Tit sum fylgja við í stroymingini, tit hava kanska longu funnið útav, hvar vit eru farnir, men áðrenn eg sigi navnið á viðkomandi, sum verður heiðraður í ár, so skal eg hava eina lítla innleiðing.
---
Endamálið við “ársins rósu” stendur skrivað í reglugerðini, sum varð orðað í 2004, tá hon fyrstu ferð varð handað.

Fyrsta og onnur paragraff ljóða soleiðis:

§1 – Endamál

Í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg er endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri.

§2 – Mannagongd

Hvørt ár um jóltíðir kann ein persónur verða heiðraður við ársins rósu fyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir.
---
Fleiri ymisk fólk hava – yvir fleiri ár – skotið upp at heiðra tann persónin, sum nú um eina løtu fer at fáa “ársins rósu”.

Í ár skrivar ein av uppskotsstillarunum m.a. soleiðis um hendan persónin:

“Hvørt leygarkvøld situr hesin persónurin og onkur annar eisini ótroyttiligir og senda góðan tónleik og taka ímóti ynskjum um sangir frá lurtarum.

Hann setir seg ofta í “búrið” aðrar tíðir eisini, har hann sendir góðan tónleik og bjóðar lurtarum at senda sangynskir inn, sum hann síðani spælir.

Hetta gera teir ókeypis og av huga.“
---
Nú hava tey flestu longu funnið útav ella gitt, hvør persónurin er, so nú kann eg byrja at tosa meir opið og nevna nøvn

Tann eini uppskotsstillarin skrivar soleiðis:
---
“Starabúrið er eitt sera gott íkast milluim aðrar miðlar, sum senda nógv tíðindir gjøgnum allan dagin, og ofta eru tey so negativ, at man verður í ringum lag, og í ringasta føri óttafull ella óttafullur.

Tá er gott at skifta yvir til Starabúrið – serliga leygarkvøld, har vertirnir sita og skemta, lesa andakt og annars eru í góðum lag, sum eisini smittar á okkum lurtarar.”
---
Aftan fyri øll góð átøk stendur altíð ein eldsál.

Victor Dánjalsson er høvuðspersónurin aftan fyri “Starabúrið”.

Væl stuðlaður – ikki minst av konu síni, Gunnleyg – stendur Victor á odda fyri “Starabúrinum”, sum hevur so góða ávirkan á lurtararnar, og teir eru nógvir.

Tað vísir seg eisini leygarkvøld, at fólk ymsastaðni í verðini sita og lurta. Fólk, sum fara í feriu suðureftir, sita eisini og lurta leygarkvøld og senda heilsu og sangynskir.

Ein uppskotsstillari sigur tað soleiðis:

“Eg sigi fyri meg, at eg lurti so nógv mest eftir Starabúrinum, tí eg orki ikki negativitetin í øðrum miðlum og blívi í ringum lag og troytt. Nógv ímillum Starabúrið – tað lyftir ein upp.”
---
Tað eru fleiri góðar grundir fyri at heiðra Victor Dánjalsson við ársins rósu.

Ein av teimum er, at hann hevur og spreiðir kring seg eina so smittandi gleði, sum fáur annar.

Ein segði tað soleiðis, at tað ber ógvuliga illa til at hava gron saman við Victor – og eg má siga, at eg eri púra samdur.

Harumframt er Victor ein persónur, sum uttan á nakran hátt at seta seg sjálvan í fokus, vísir øðrum umsorgan og áhuga, sum hann vísir við sínum savnandi lyndi og virkisfýsni.
---
So góðu tit øll, sum síggja og hoyra meg her í dag/kvøld.

Hetta er fyrsta ferðin, at eg sum borgarstjóri skal heiðra einum persóni her í lokalsamfelagnum við “ársins rósu”, og eg má siga, at tað er mær ein stór gleði at boða frá, at VICTOR DÁNJALSSON er ársins rósa 2021.

Hjartaliga tillukku, Victor – hetta hevur tú so hjartaliga uppiborið, og vónandi kann hetta verða ein stuðul og ein uppmuntring til tín at halda fram við hesum góða arbeiði, tú – saman við konuni og øðrum – gert fyri at gleða onnur.

Eg skal so handa tær hesa viðurkenning saman við eini gávukurv og eini peningagávu, sum verður latin av BankNordik, Christian í Grótinum og Klaksvíkar kommunu.

Ger so væl – hjartaliga tillukku

Karl Johansen

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.