NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Røðan hjá borgmeistarnum Karl á KÍ veitsluni

24/10/2022

Comments

 
Picture
​Gott kvøld øll somul 

So var løtan aftur her. 

Løtan, sum vit hvørt ár droyma um, skal savna okkum undir eina yvirskrift. 

Vit eru FØROYAMEISTARAR!

***
Góðu tit øll 
Viðhaldsfólk, stuðlar, leikarar, venjarar og øll tit í varða av Klaksvíkar ítróttarfelag. 

Hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitunum 

Sum borgarstjóri kann eg ikki annað, enn verða SERA errin av øllum teimum fantastisku fótbóltsavrikum, sum KÍ hevur megnað í ár. 

Talan er um fleiri FM sigrar, flotta luttøku í Champions League og breiða luttøku í steypafinalum. 

Kvinnur og menn, vaksin og børn: Áræði, dugnasemi og stríðsviljin eru ikki at taka feil av.
 
***
Góðu KÍ kvinnur
Tit hava í nógv ár verið ímyndin av góðum fótbólti. Tit eru okkara mest vinnandi fótbóltslið. 

Heili 22 meistaraheitið! Og heili 17 føroyameistaraheiti á rað. 

Umframt hetta, so hava tit nú eisini markera tykkum í altjóða fótbólti.

Í summar upplivdu vit ein fantastiskan dyst, tá ið tit nærum koppaðu Riga. Í síðsta minutti skoraði Eyðvør Klakstein eitt týðandi mál, sum seint verður gloymt. 

Hóast dysturin í longdu spælitíðini ikki fall til okkara fyrimun, so hava tit tikið eitt tíðandi fet ímóti dreyminum at luttaka í kappingum í altjóða høpi.  
 
Tit hava ongantíð mist trúnna á, at tit kunnu megna tað ótrúliga!

Eisini er tað imponerandi at síggja, hvussu tit – í viðgongd og mótgongd – hava megnað at sett við nýggjar, ungar og evnaríkar leikarar og á tann hátt eisini framtíðartryggja kvinnufótbóltin í Norðoyggjum.

Tað eru vit sera takksom fyri og ikki minst errin av. 

Vón mín er, at tit skulu megna at halda fram á sama høga støði – tí KÍ-kvinnurnar eru veruliga nakað heilt, heilt serligt í føroyskum fótbólti.

Hjartaliga til lukku og takk fyri.

***
So komi eg til tykkum, menninar, sum nú eisini eru blivnir suverena fótbóltsliðið í Føroyum.
Hóast nógv hava viljað verið við, at kappingarárið 2022 hjá monnum var avgreitt, áðrenn farið var í gongd, so hava tit ongantíð tikið tað sum eina sjálvfylgju, at nakar dystur var vunnin. 

Til allar dystir hava tit kempað, hildið á, víst flott fótbóltsspæl og, eftir mínum tykki, havt nógv størri dirvi til at spæla undirhaldandi fótbólt.

Nógv mál eru skotin og tað elska vit. Eisini eru bara 7 mál skotin ímóti okkum. 

At náa heilt upp til 77 stig av 81 møguligum – tað er imponerandi og sigur ikki lítið um tann kvalitet, sum er á hesum meistaraliðnum.

Ja, í veruleikanum er tað næstan ótrúligt, so høgt og støðugt støði tit, saman við einum fantastiskum venjaratoymið, hava megnað at lyfta tykkum uppá.

Latið okkum ikki gloyma, at tað í veruleikanum er stutt síðan – í 2009 – at KÍ flutti niður í næst bestu deildina. 

Í hesum sambandi hava fólk lyndi til at gloyma, at KÍ tey árini eisini var fíggjarliga sera illa fyri.

Tað er nevniliga ikki nøkur sjálvfylgja, at KÍ í dag – eisini fíggjarilga – man vera eitt tað best stýrda felagið í landinum.

Tit í leiðsluni komu sanniliga ikki til skorin klæði – nei, tit hava arbeitt KÍ uppaftur á tindarnar bæði ítróttarliga, skipanarliga, bygnaðarliga og fíggjarliga – og tað eru vit tykkum hjartaliga takksom fyri og stolt av.

Tað hevur so stóran týdning fyri eitt lokalsamfelag at hava ein felags samleika at standa saman um, ið gevur okkum eina vinnaramentan og eitt samanhald, sum hevur so stóran týdning fyri framburð, trivnað og menning.

Takk fyri og hjartaliga til lukku.

***
Góðu meistararalið – góðu kvinnur og menn
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tit prógva, at tit eru tvey meistaralið. Men tað ger ikki gleðina minni, tí er tað ringt at vinna eitt meistaraheiti, so er tað tíggju ferðir torførari at endurvinna tað, tí tað er so skjótt til at sovna oman á farnum sigrum og vunnum steypum.

Við hesum brøgdum í ryggsekkinum fara vit treyst til Havnar komandi leygardag, har vit ætla okkum at stuðla tykkum 100% til at endurtaka succesina. 

Eru vit ikki øll samd um tað?

Tit hava megnað tað fyrr, og vit trúgva uppá, at tit megna tað aftur.

Tað hevði verið fantastiskt, um tit – saman við okkum øllum – enn einaferð skriva søgu og koma norð aftur við tveimum greipum. 

KOYR Á KÍ

***
Góðu tit øll
At enda vil eg bera fram eina heilsan til okkara 118 ára gamla Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Ofta verður tikið til, at felagsandin, sum vit uppliva kring og í KÍ, ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

Tað er ringt at vera ósamdur, tí tað finst neyvan nakað annað felag, ið savnar sítt bakland betur, enn KÍ ger við okkum norðingar. 

Bæði í viðgongd og í mótgongd. 

Bláu hjørtuni síggja vit eisini aftur í tí megnar arbeiði, sum nevndir, venjarar og sjálvboðin dagliga gera. Og uttan hesi var onki felag.

Stóra takk fyri tykkara ótroyttiliga arbeiði. 

Eg fari til seinast at biðja Tummas Lervig, formann í KÍ, koma upp her at taka ímóti einum kekki. 

Hesin kekkurin, áljóðandi 40.000 kr., er stílaður til barna- og ungdómsarbeiðið hjá KÍ.

Tað er okkara vón, at ungdómsarbeiðið framhaldandi skal mennast, soleiðis at vit í nógv ár fram kunnu hátíðarhalda sigrar og ikki minst standa saman um alt felagið.

Lat okkum reisast og rópa eitt trífalt hurra fyri FM vinnarunum.

KÍ leingi livið ...

Takk fyri. 

Karl Johansen

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.