NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

RØÐA TIL MÓTTØKU Í FOUNTAIN HÚSI

2/4/2014

Comments

 
Picture
”Idag er der Lys i Overflod,
et Luftsyn er Verden, hvid og blaa!
Det er en Dag for det svimle Mod,
selv Skyggen er overmodigt blaa!

Et Luftsyn er Verden: de kendte Ting
set i et flimrende Spejl af Drøm.
Hvor luer fortroligt de nære Ting
i deres Dragt af ufavnelig Drøm!”

Soleiðis yrkti William Heinesen í yrkingin “Sol og Sne” úr yrkingarsavninum “Sange mod Vaardybet” frá 1927.

Henda yrkingin hóskar væl til dagin í dag, nú tað várar í gomlu Havnini og summari er á veg – eisini her í Heinesens húsi.

“Det er en Dag for det svimle Mod” – “Tað er ein Dagur fyri tað ørandi Dirvi” – dirvið at savna orku, mót og pengar til eitt Fountain hús, sum hevur verið so leingi á væntu og fer at geva teimum, sum hava tørv á tí, møguleikan til at koma í eitt hús - í ein felagsskap, ið rúmar arbeiði, sosiala og javnmetta samveru og motivatión til at skapa sær eina virðiliga og virkna tilveru útfrá egnu treytum.

Fountain hús eru grundað á eina meginreglu um sjálvbodnan limaskap, har limurin er væntaður, ynsktur og tørvaður.

Í einari danskari eftirmeting av Fountain húsunum í Danmark, ið varð gjørd í 2011, verður í fororðinum byrja við einari endurgeving frá einum limi í Fountain húsinum í Vejle, sum sigur: 

“- Og tað haldi eg, er nakað av tí, ein eigur at leggja sær í geyma, at ein psykiatari kennir meg á ein hátt, mín kontaktpersónur kennir meg á ein annan hátt, men her (í Fountain húsinum) síggja tey eina meira fullfíggjaða mynd av mær, tí her brúka vit nógv meira tíð saman.”

Endurgevingin endurspeglar tað holistiska menniskjasýnið - ta menniskjafatan, sum seyrar ígjøgnum Fountain húsini, og hátturin arbeitt verður uppá. 

Menniskja verður sæð í síni heild, við øllum sínum ymsu aspektum, og sjóneykan verður ikki einans sett á sjúkuna ella avmarkingarnar, ið hon viðførir. 

Fountain húsið bjóðar harumframt ein sosialan felagsskap, har tú fær loyvið til at menna teg – at útfolda teg – og brúka títt tilfeingið, og á hendan hátt hevur tú ábyrgd fyri at megna egið lív. 

Súna Mørk og Súsanna Winther Poulsen, tit báðar, hava saman við øðrum nú í fleiri ár, miðvíst og áhaldandi arbeitt framímóti at skapa henda møguleikan fyri sálarveik í Føroyum. Og eg gleðist um, at tað eydnaðist at fáa játtað 2 mió. kr. á løgtingsins fíggjarlóg til endamálið. 

Arbeiðið hjá tykkum hevur verið merkt av professionalismu, dygd, og sakligheit. 

Tit hava vent tykkum til politiska tað umhvørvið, til almenningin, til stuðlar í Føroyum og í Danmark, og biðið um stuðul og hjálp, soleiðis at hesin dreymurin kundi gerast veruleiki. Og tað er loyvt at droyma, og tað er loyvt at biðja um stuðul og hjálp. Og í dag standa vit so her, í fyrsta Fountain Húsinum í Føroyum. 

Gaman í er hetta fyrsta stigið ein royndarverkætlan í trý ár, har tit fáa høvi til at gera tykkara royndir, at staðfesta tørvin, og hvussu eitt Fountain Hús best kann virka í føroyska landslagnum. Við tykkara drúgvu royndum og eldhuga, ivist eg onga løtu í, at henda verkætlanin fer at eydnast.

Royndirnar í okkara grannalondum vísa, at alt fleiri fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Samstundis er tað eitt vaksandi tal av ungum, sum vera fyritíðar¬pensjónistar. Og hækkingin er serliga orsakað av, at alsamt fleiri fólk fáa sálarligar sjúkur og sálarligar trupulleikar. 

Í Danmark hækkaði talið av fólki, ið blivu fyritíðarpensjónistar vegna sálarligum sjúkum og sálarligum trupulleikum við 79% í tíðarskeiðinum 2000-2008. Hetta hevur havt við sær, at neyðugt er við nýhugsan. Eitt nú er greitt, at tað eru fleiri, sum hava sálarligar trupulleikar, sum samstundis virka rímiliga væl í gerandisdegnum. Hesi hava tørv á minni víðfevndum átøkum, so sum massiv psykiatriska viðgerðartilboð og møguligar innleggingar. Heldur tørvar teimum stuðul at megna at varðveita eitt arbeiðið og megna egið lív. Her er Fountain Húsið eitt sera gott tilboð, samstundis sum aðrir møguleikar eisini eru í almennu skipanunum.

Í fjør fingu vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, og við henni hevur Almannaverkið fingið fleiri amboð at nýta til at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað og gera átøk til tess at fyribyrgja, at fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Eisini á øðrum økjum á almannaøkinum, eru átøk og tilboð, sum skulu verða við til at hjálpa fólki, sum á ein ella annan hátt hava trupult við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Her havi eg eisini hug til at vísa á Dugna, sum bæði hevur skúla, verkstøð og arbeiðstilboð. Tað er mín vón, at samstarvið við hesar skipanir fer at eydnast væl, soleiðis at tit í felag kunnu lyfta hesa stóru uppgávu. 

Eg fari at enda við einum broti úr eina yrking av Williami, úr sama yrkingasavni, “Sange fra Vaardybet”, ið eitur “Blomster i Sne”. Við hesum fari eg at ynskja tykkum og komandi limum í Fountain húsinum allar bestu eydnu og blíðan byr.

"Dybe er disse Blomsterøjne,
afsindsdybe – nej, dybe som Sind,
der bøjer sig glædesberust og forsagt:
de ved, at Verden, skønt blændet og blind, 
har en Kærne af Ømhed, kender dens Magt,
spejler dens Magt i leende Øjne."

Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly