NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Røða, nú Alzheimerfelagið fyllir 20 ár

20/9/2021

Comments

 
Picture
Í morgun varð ráðstevna sett í Norðurlandahúsinum, nú Alzheimerfelagið fyllir 20 ár.

Ráðstevnan verður bæði mánadag og týsdag og nógv spennandi er sett á skrá. Heitið fyri ráðstevnuna er "Alzheimerfelagið 20 ár, hvar eru vit, og hvagar fara vit?".

Til setanina helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, røðu, har hon millum annað segði:

Ikki tykkum at siga, so hava menniskju við demensi, eins og øll onnur, tørv á at kenna seg sum part av familjuni, av vinaflokkinum, av arbeiðsmarknaðinum og av samfelagnum sum heild. Vit mugu ásanna, at demens er annað og meira, enn ein diagnosa.
Les alla røðuna her:

Góðan morgun, øll somul.

Takk fyri, at eg varð boðin við her í dag og at bera fram hesa kvøðu, nú Alzheimerfelagið fyllir 20 ár.

Við at skeita í skránna sæst beinanvegin, at her er veruliga eitt felag, við kompetansu, visiónum og eini greiðari framtíðarætlan. Og hóast søga felagsins ikki er longri enn 20 ár, so endurspeglar innihaldið sanniliga, at her eru fólk, sum veruliga hava lagt lív og sál í, at flyta økið fram á leið.

Sjúkan demens kann raka okkum øll og spyr ikki eftir, hvørji vit eru. Vitanin um bæði sjúkuna og kringumstøður hevur manglað her á landi. Men tíbetur hevur tað seinastu árini verið granskað og ment munandi innan økið. Hetta er við til at varpa ljós á økið og ger okkum øll sum borgarar, betri ílatin til at skilja sjúkuna og avleiðingarnar av henni.

Ikki tykkum at siga, so hava menniskju við demensi eins og øll onnur tørv á at kenna seg sum part av familjuni, av vinaflokkinum, av arbeiðsmarknaðinum og av samfelagnum sum heild. Vit mugu ásanna, at demens er annað og meira, enn ein diagnosa.

Staðfestingin av demenssjúku hevur stórar avleiðingar við sær, ikki bara fyri sjúklingin, men eisini fyri tey, sum varða av. Sjúkan ávirkar eisini í stóran mun familju og vinfólk, sum brádliga koma í eina nýggja og higartil ókenda støðu.

Talið av eldri fólki í Føroyum fer at vaksa í framtíðini, og tí kunnu vit eisini vænta, at talið av føroyingum við demensi veksur við.

Hetta krevur, at vit tryggja okkum, at vit hava neyðug amboð og fakligt tilfeingi til at handfara eitt vaksandi tal av føroyingum við demensi.

Sjálv havi eg nú sitið sum landsstýriskvinna í meira enn tvey ár, har eg varði av almannamálum og tí partvís eisini demensøkinum.

Tað er ongin loyna, at eitt av aðalmálunum hjá mær var at skipa fleiri tilboð til fólk, sum eru yngri enn 67 ár, og sum hava fingið staðfest demens. Tí var tað eisini ein stórur dagur, tá nýggja og heilt serliga Dagtilhaldið á Glyvrum, lat upp á sumri 2020.

Saman við Dagtilhaldinum Skotarók, er hetta við til at tryggja, at fólk kunnu halda fram við sínum virkna gerandisdegi so leingi, sum til ber.

Eg ætli mær, eisini frameftir, at arbeiða fyri, at hesin bólkur av fólki ikki dettur niður ímillum.

Somuleiðis fegnist eg stórliga um, at fólk, sum hava demens, nú eisini hava møguleika at fáa arbeiðstilboð frá Dugna. Á henda hátt royna vit eisini at breiðka um útboðið av dagtilboðum kring landið.

Tað er av sonnum umráðandi, at vit sum samfelag skapa karmar, sum gera, at familjan megnar at taka sær av teimum, sum tørva.

Og - í framhaldi av hesum - at maki og børn kunnu halda fram at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt – eisini tá sjúka hevur rakt.

Vit hava oftani sæð og hoyrt um, at tað er familjan, sum traðkar til, tá sjúka rakar. Í okkara lítla samfelagi, liggur tað djúpt í okkum, at vit taka okkum av okkara næstringum. Tað er gott, og eg haldi als ikki, vit skulu sleppa hesum.

Men í einum framkomnum samfelagi, er tað eisini ein sjálvsagdur lutur, at vit megna at rúma øllum borgarum, eisini tá sjúka rakar.

Til tykkum í Alzheimarfelagnum, hjartaliga til lukku við 20 ára degnum!

Ein liður í tilgongdini, at menna eitt demensvinarligt samfelag, er at skapa opinleika. Tað er hendan ráðstevnan eisini ein týdningarmikil lutur í. Øll tit, ið hava skipað fyri og havt ábyrgd av hesi ráðstevnu, stóra takk skulu tit øll hava fyri tað!

Tað skal verða mítt ynski, at vit øll taka av tí góða førningi, sum verður borðin okkum á hesi ráðstevnu í dag og í morgin.

​Takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.