
Hon svarar teimum sostatt aftur á Facebook:
Góði Ólavur. Gott at siggja, at tú hesa ferð leggur navn til útspillingina av mínum persóni á vp. Í longri tíð havi eg upplivað eina sera ljóta persónliga útspilling á vp, sum er farin út um mark, sum oftast hevur tað verið dulnevnt men ikki hesa ferð. At tú leggur teg út í mini privatu viðurskifti og dregur mini børn inn i tina niðrandi skriving er at fara út um øll mørk og meti eg tað vera rætt at tala at. At eg havi undirvist nakrar timar um vikuna, fyri at vera korrekt 4 timar, er also ikki tad sama sum at vera landsstýriskvinna. Eg veit ikki hvørjar ráðgevur tú hevur, men eg hevði hildið meg frá slíkari ærumeiðandi persónligari útspilling. Gott nýggjár.
JáH (y) 06.01.2016