Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið á lønarflokki 2, stig 1. Arbeiðið kann verða lagt til rættis millum kl. 08.00 og 22.00, og vaktargjøld verða latin fyri arbeiði eftir kl. 17 yrkadagar og um vikuskifti.
Tað verður javnan skipað fyri undirvísing í ferðslulógini og í mannagongdum í samband við tað, at áleggja parkeringsgjøld.
Setanartreytir:
– Umsøkjarar skulu kunna trygdargóðkennast
– Umsøkjarar skulu verða fyltir 25 ár
– Hava góða heilsu
Tann setti hevur tagnarskyldu!
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Jan Poulsen á tlf.nr. 351448.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til [email protected] í seinasta lagi 18. mai 2020.