Fríggjadagin 3. juli 2015 varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á Bakarínum hjá Jórun, har Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri, bar fram eina heilsan til Palla og handaði honum eitt blómutyssi og eina gávu frá kommununi. Karl Jakob takkaði Palla fyri gott arbeiðsavrik og samstarv, har Palli hevur víst seg sum eitt ábyrgdarfult, dugnaligt og álítandi starvsfólk.
Palli Sivertsen, sum er útbúgvin stýrimaður, byrjaði 1. januar 2005 sum leiðari fyri Endurnýtsluni kommununnar, og hevur hann sostatt verið meira enn 10 ár í hesum starvi.
Sum leiðari hevur Palli miðvíst arbeitt fyri, at kommunan hevur eitt ruskmóttøkupláss, ið lýkur øll krøv, sum sett verða til slíkt pláss. Hetta sæst aftur í kommununi og ikki minst á móttøkuplássinum, har ruskinsavningin er sera væl skipað.
Palli var við til at skipa móttøkuplássið í tøttum samstarvi við kommununa og IRF, og var tað tí eisini hann, sum fekk eina bundna uppgávu frá Býráðnum um at flyta okkum borgarum frá gomlu ruskmentanini til eina nýggja grønari ruskmentan, har alt burturkast frá húsarhaldinum verður skilt sundur. Talan er í dag um bingjur ella skipanir til fleiri enn 10 ruskbólkar, og har meira og meira av burturkasti verður endurnýtt. Áðrenn Endurnýtslan varð sett á stovn, rindaði kommunan milliónaupphædd fyri meirnøgd av ruski hvørt ár. Síðani Endurnýtslan varð sett á stovn, hevur deildin hildið seg innanfyri játtan sína á hvørjum ári. Í novembr 2009 byrjaði Endurnýtslan eisini at taka ímóti innbúgvi og øðrum brúkslutum.
Umframt Endurnýtsluna hevur Palli Sivertsen eisini átikið sær ábyrgdina av at taka upp leysar hundar, tá Politistøðin hevur fingið fráboðan um leysgangandi hundar.
Vit takka Palla fyri gott samstarv og ynskja honum hjartaliga til lukku og alt tað besta í mong ár framyvir.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH