NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Óseriøsur tíðindaflutningur

1/10/2021

Comments

 
Picture
Kringvarpið hevur nú í eina heila viku viðgjørt Fiskimálaráðið og undirritaða, við útgangsstøðið í aktuella málinum og um kvoturnar, sum vóru útlutaðar um dagarnar.

Tey hava við ymiskum vinklum roynt at sáða iva um umsitingina í Fiskimálaráðnum, og rættleikan av teimum avgerðum, sum verða tiknar í Fiskimálaráðnum.

Tey flestu, sum Kringvarpið hevur tosað við og endurgivið, kenna ikki rætta samanhangin, og vita ikki hvat tey tosað um.

Høgni Hoydal fær fría mikrofon, og sleppur at framføra ósannindir um mín leiklut í Fiskimálaráðnum, uttan at verða rættaður.

Tað er kanska ikki so løgið, tí tað er spinndoktarin hjá Tjóðveldi og Høgna Hoydal til síðsta løgtingsval, Barbara Holm, sum stendur fyri herferðini.

At Tjóðveldi, saman við Kringvarpinum, er farið undir valstríð er heilt týðuligt. Tíðindini á miðdegi ónsdagin vóru væl løgd til rættis saman við Høgna Hoydal, sum hevði ófráboðaðar fyrispurningar til løgmann, í samb. við útlutaðu kvoturnar.

Tíðindamaður var sendur oman í Løgtingið at fylgja við og hava samrøðu við Høgna Hoydal og løgmann um málið, beinleiðis í tíðindasendingini kl. 1220, júst sum “ófráboðaðu fyrispurningarnir” vóru lidnir. 

Hóast eg var høvuðspersónurin í málinum, hevði Kringvarpið ongan áhuga í at tosa við meg.

Hettar hevur endurtikið seg hvønn dag í eina heila viku, uttan at eg eri biðin um at at úttala meg ella koma í sjónvarpsstovuna.

Ein partur at kringvarpsumrøðuni hevur verið um ættargransking, um hvør hevur verið í familju við hvønn. Tí var tað áhugavert at síggja spinndoktarin hjá Tjóðveldi og “húsadvokatin” hjá Kringvarpinum, sum er verfaðir Ingilín Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, viðgera málið í sjónvarpsstovuni í kvøld.

Tað er átaluvert, at Kringvarpið letur slíkt henda. Hesi kunnu ikki á nakran hátt hava eina sakliga viðgerð av málinum.
Tað framgekk eisini á innslagnum, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa Fiskimálaráðið at úttala seg. Hettar er beinleiðis lygn. Ongin frá Kringvarpinum hevur vent sær til mín.

​Vónandi tekur onkur sær um reiggj, so málið kann viðgerast á ein virðiligan og nøktandi hátt.

Jacob Vestergaard
Fólkaflokkurin

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.