Anru á veg til miðvágs at landa til Snarfrost, túrurin var skjótir og góðir. Teir hav roynt við línu á Føroya Banka.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 33.000 pund, tað mesta var hýsa og longa og eini 500 pund av kalva.
Við vóru 6 mans og skipari er Gundur Sørensen.
Landa verður til Snarfrost í morgun.
Vit spurdu skiparan, um teir nú fóru á Ólavsøku og tað segði hann, at tað høvdu teir ikki tíð til, teir fóru útaftur beinanvegin, tá ið liðugt var at landa.
SáH