NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Omman og ommudótturin næstan trampaði í hel

23/7/2021

Comments

 
PictureHer omman og ommudótturin, bert nøkur fá sekund aftaná leyp handan stóra brúna lamaðin til vinstru á ommudóttrinum og omman legði ímillum og har stríddist tey bæði fyri lívinum og vóru sera illa fyri, áðrenn vit komu teimum til hjálpar.
​Seinnapartin vóru undirritaði, Saad, Tina, Yakub og lítli Símun og vitjaði djóragarðin Munkholm Zoo í Djúrslandi.

Alt gekk avbera gott, veðrið var avbera gott og vit hyggaði okkum ordiliga.

Yakub slapp at geva djórinum at eta og tað dámdi honum sera væl.

Nógvar myndir blivu tiknar og vit nærkaðist endanum á túrinum, komin til har Lamaðirnar, ásnar (æsel) nandu, camerounfår og alpaca vóru, segði Tina um tað ikki var eitt gott hugskott at vit fóru inn at fóðra hesi djórini eisini og eg segði bums nei, tí síðst eg var á Munkholm Zoo spýtti ein Lama á meg og tað vildi eg so ikki uppliva aftur.

Tá ið vit komu har vóru fólk innanfyri gyrðina, sjá myndina omanfyri. Vit sóu eina ommu við ommudóttrini innanfyri gyrðingina og mamman stóð uttanfyri, men mitt í tí heila, so skrýggjar mamman og stórur panikkur bleiv í, vit síggja at lamaðin leypur á barni, lamaðin var sera stór og vigar umleið 150 kilo og barni var bert umleið 6 ára gomul og lamaðin byrjar at trampa á tað og omman leggur í millum, men so leypur lamaðin á ommuna og har liggja báðar á jørðini og lamaðin roynir at trampa tær báðar í hel.

Har var onki at gera, eg sigi við Saad at vit mugu hoppa inn og bjargað teimum. Saad var skjótari enn eg og slóð lamaðina fleiri ferðir, men har var onki at gera, lamaðin bleiv bara svakari, dótturin kom gruvlandi afturum meg og so fekk eg hana til mammuna og har stóð Saad við hesum stóra djórinum og royndi at bjarga ommuni og so kom eg teimum hjálpar, men nú vóru nógv djór uppøst, eg fekk fatur í ein stórum steini og kastaði alt hvat eg kundi eftir lamaðini og eg haldi eg rakti hetta svaka djórið í beini og tað bakkað nøkur skritt aftureftir og lukkutíð hevði Saad fingið ommuna upp á føtur og vit fingu okkum øll út í øllum góðum. Ein svensk ella norsk dama kom eisini til hjálpar og hon fekk lokka djórini til síðuna við mati og so slapp hon sær eisini útum.

Ein sera dramatisk hending og vóru hesi bæði sera illa viðfarin. Nógv blóð var á andlitinum hjá teimum og høvdu tey eisini snuddir á kroppinum og væntandi var nøsin brotin á barninum, men tað eri eg ikki ordiliga sikkur uppá.

Saad hevði eisini fingið nakrar snuddir, men ikki so ógvusligar sum omman og ommudótturin, hann hevði eitt sindur av blóðið á hondum og blusini, men tað var frá teimum báðum sum vit bjargaðu.

Saad leiddi tey til arbeiðsfólkini á Munkholm Zoo og tey byrjaði at turkað blóð, vaska teimum og koyra forbindingar á tær báðar og øll vóru í sjokk. Hvussu illa tey fóru vita vit ikki, men tær vóru á lívið og tað var tað týdningarmiklasta.

Tey takkaði okkum báðum fleiri ferðir fyri teirra lív og tey høvdu fingið sítt lívs sjokk, tey søgdu at høvdu vit ikki verið júst har, so vóru tær báðar møguliga trampaði í hel.

Vit gjørdu ikki meira við hendingina og fóru heim aftur til Trustrup. Á vegnum keypti við jarðber og so fingu vit okkum jarberð og fløda við sukur omaná.

Ansi eftir tykkum tá ið tit fara í Djóragarðar í Danmark, farið ikki inn har djórini eru nógv størri enn tit, tí tað kundi enda heilt gali í dag.

SáH

Picture
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.