Skúlaleiðslan, lærarar, umboð frá kommununi og nærmasta familja hjá Olinu hittust til eina hugnaliga fráfaringarløtu, nú Olina takkar fyri seg.
Vagn Foldbo, skúlastjóri, helt røðu og takkaði Olinu fyri hennara trúfesti og ómetaliga stóra arbeiðsavrik øll hesi árini. Eisini John Færø, trivnaðarstjóri, nýtti høvi at takka Olinu fyri gott samstarv.
Hugnaligir tónar frá Steintóri Rasmussen settu eisini ein hugnaligan dám á løtuna.
Klaksvíkar kommuna takkar fyri tíðina og ynskir Olinu blíðan byr framyvir.
Klaksvíkar Kommuna