
Les eisini: Løgreglan hevur havt úr at gera á Ólavsøku
Tað vit sum hava frætt er, at sera nógv full fólk hava verið á Ólavsøkuni og mong av hesum hava ligið avdottin kring Havnina. Eisini bleiv boða frá, at ungdómar fóru til hendurs í Klubbagarðinum - har tann eini persónurin endaði á skaðastovuni. Ein ungur persónur bleiv tikin við at koyra ávirkaður við knallert og aðrir ungdómar hava roynt at klatra uppá flaggstengur.
Les eisini: Ólavsøka 2018: Tann eini maðurin fór ígjøgnum ein rút á Blábar
Løgeglan segði eisini, at samarittarnir hava gjørt eitt megnar arbeiðið á Ólavsøku - har teir hava hjálpt mongum fullum fólkið á Ólavsøku ínátt og í morgun (sum eisini hevur havt tað við sær, at ongin hevur sovið í klivanum hesa Ólavsøkuna) - tí sum skilst á lagnum, so ballast fólk enn á Ólavsøku.
JáH (y) 30.07.2018