
Fyri okkum er hetta nakað heilt serligt, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og at tað so er okkara egni maskinmeistari, ger bara søguna meir serliga fyri okkum. Takk fyri Regin, at tú so trúfast hevur sagt ja, hvørja ferð vit hava heitt á teg, til at lata blóð hesi seinastu 35 árini.
Fyri ein, ið er væl fyri, er tað kanska ikki nakað serligt, at seta seg í hendan stólin 3 ferðir um árið, í kanska hálvan tíma. Men fyri tey, ið fáa ágóðan av hesum, er tað í øllum førum nakað heilt serligt ❤️
Klaksvíkar Sjúkrahús