Áðrenn kl. 16 er ókeypis atgongd á festivaløkið á G! Festivalinum, so tey, ið hava hug at koma og royna festivalkensluna, kunnu gera tað.
Vit leggja fyri í dag við eini sera sterkari skrá til børnini. Angela & Hannibal, Kom & flenn, skattaveiða, víkingasjónleikurin Óðins eyga og Ævintýraferðin teljast millum tilboðini, ið eru.
Eindags atgongumerki fáast við dyrnar eftir hetta, um tú vilt hoyra Dizzy Mizz Lizzy, At the Gates, Eivør, Teitur og øll hini, so er hevur tú
møguleika til tað.
Børn 12 ár og yngri sleppa ókeypis á G! allan dagin.
Kelda: gfestival.fo
SáH