Heimsins bestu KÍ-kvinnur kunnu leygardagin vinna føroyameistaraheitið fyri 18. ferð á rað, og tær hava uppiborið fullan stuðul av áskoðaraplássunum. Tí skipar Klaksvíkar kommuna fyri ókeypis bussferð til dystin á Eiði leygardagin.
- Kvinnurnar eru sigursvandar, og tær hava gjørt okkum stóran heiður við øllum sínum meistaraheitum og sigrum. Men nú hava tær ryggin móti múrinum, tí vinna tær ikki dystin, so verður felagsliðið úr Sundalagnum og av Skála føroyameistari í staðin, so eg vóni, at nógv koma við til Eiðis og stuðla teimum í hesum avgerandi dystinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Bussarnir fara úr Klaksvík kl. 11 leygardagin. Dysturin byrjar kl. 12.30, og umleið ein hálvan tíma eftir dystin verður farið avstað aftur av Eiði, so væntandi verður bussurin aftur í Klaksvík umleið kl. 16.00.
Bussferðin er sum nevnt ókeypis, men av tí, at plássini eru avmarkað, er neyðugt við tilmelding. Fyri at melda til skalt tú koma inn á Miðlan ella ringja á tlf. 410000 og plássini verða bókað eftir “fyrst til myllu”-prinsippinum.
Klaksvíkar kommuna vónar, at nógv møta til spennandi oddabrakið og ynskir KÍ-kvinnum bestu eydnu við dystinum.