Komandi tveir dagarnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, soleiðis at endurnýtslan, sum er flutt frá Bumshamri, kann lata upp í nýggjum hami á Grønhøvda.
Nógv er gjørt rundan um økið á Grønhøvda, sum m.a. er hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað. Økið hevur verið sera órudduligt í nógv ár, men seinastu tíðina er nógv orka løgd í at gera økið klárt, so arbeiðið at gera hetta til eitt vakurt endurnýtslupláss kann gerast liðugt. Hósdagin verður so dagurin, tá ið nýggja móttøkuøkið verður latið upp.
Býráðið samtykti 22. september 2009 at nýggja heitið á hesum fagra staði skal vera Grønhøvdi, sum er beint sunnanfyri Norðhavnina.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH