NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýtt ferðavinnutilboð um læknastríðið í Klaksvík

18/5/2022

Comments

 
Picture
Søgan um læknastríðið í Klaksvík í 1950unum er ikki bara søgan um borgarakríggj viðbardøgum, vápnum, avbyrgingum, krígsskipum, handtøkum, bumbum, blóðhundum, rættarmálum og fongsulsrevsingum. Ja, tú las rætt, og alt hetta er partur av søguni, sum skjótt verður karmur um nýtt ferðavinnutilboð í Klaksvík.

Ljóðslóðin um læknastríðið er eitt tilboð, ið samantvinnar ljóð og slóð. Tann ferðandi verður við einum korti leidd/ur á 14 viðkomandi støð í Klaksvík og fær samstundis søguna um læknastríðið fortalda í oyrunum. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sum bæði hava tætt tilknýti til Klaksvíkar og hava gjørt útvarpsrøðirnar “Ein býur í Kina” og “Ein er ríman av Íslandi komin,”hava ment tilboðið við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands. Við ljóðtøknini í lummanum og korti í hondini avger tann ferðandi sjálv/ur ferðina, um tú steðgar at njóta útsýnið ella til ein kaffimunn, og um tú heldur hevur hug at koyra leiðina enn at ganga. Túrurin, ið enn bert er á føroyskum, er ókeypis, krevur eitt lítið depositum fyri tøkni og
kort.

Søgan í ljóðslóðini er grundað á skrivligar keldur frá bæði føroyingum og dønum. Afturfyri hesa spenningssøguna, skylda vit tó tátíðar klaksvíkingum, sum eru forfedrar nógvar núlivandi klaksvíkingar, og øðrum at royna at skilja teirra fjølbroyttu søgur og sjónarhorn í sambandi við læknastríðið. Hóast tað ikki ber til at siga frá øllum søgunum hvør sær í einum slíkum tilboði, hava frásøgufólkini roynt at virða teirra fjølbroytni, og tíbetur er eisini nógv ymiskt tilfar um læknastríðið, ið er ein av teimum føroysku hendingunum, sum hevur vakt størstan ans uttanlands.

Leingi varð als ikki tosað um læknastríðið, ið tó kann vera við til at greiða frá nøkrum spenningum, sum enn hava týdning í okkara samtíð. Síðani nógv av høvuðsfólkunum í stríðnum eru farin, og KvF í 2008 gjørdi sendingar um evnið, er nógv nýtt tilfar komið fram, og onnur hava eisini roynt at siga hesa søguna. Umframt, at tað er týdningarmikið fyri eitt fólk at kenna sína egnu søgu, at vera kritisk og duga at seta hana í høpi, so er eisini týdningarmikið, at føroyingar, og í hesum føri norðoyingar sjálvir, siga eina sovorðna svára søgu, sum eitt nú greiðir frá, hví klaksvíkingar enn í dag sláa manngarð um sítt sjúkrahús, spenningum ímillum Klaksvík og Havn, og sambært summum eisini, hví Klaksvík hevur so stórbæra kirkju.

Tilboðið verður royndarkoyrt ókeypis í næstum,har almenningurin fær høvi at uppliva søguna um læknastríðið. Kunnað verður nærri.

Norðoya Kunningarstova

Picture
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.