NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýrasteinur og urologi

5/4/2018

Comments

 
Billede
Í avgjørdum vanda fyri at vera kallaður grenj av summum tykkara, ið lesa henda stubban, loyvi eg mær, hóast tað, at seta spurnartekin við enn ein part av sjúkrahúsverkinum, har eg eri sannførdur um at okkurt er spinnandi galið við raðfestingum og skipan av økinum.

Skal siga, at eg kendi ikki til konkreta trupulleikan fyri enn eg sjálvur, á skaðastovuni á LS, fekk staðfest nýrastein seinast í desember mánaða í fjør.

Tað tók einar 14 dagar áðrenn eg kom í viðtal hjá einum urologi, ið var flogin inn úr Aalborg. Skilji á lagnum at hann er ein av fleiri, sum í 15 vikur tilsaman árliga eru á LS.

Fekk frá tí fyrsta læknanum at vita, at um steinurin ikki fór av sær sjálvum, var einasti møguleiki, at verða sendur "uppá landsins besta" til Aalborg at verða viðgjørdur. Somu boð fekk eg eisini frá femmandu læknunum nummar tvey og trý. 

Alt hetta dróg tó út og støðan versnaði alsamt, so um ikki dagligdagurin skuldi fara fullkomuliga í spønir, varð neyðugt við eini viðgerð skjótast gjørligt.

Eg gjørdi mær tann ómak at spyrja um møguleikan fyri at verða viðgjørdur í Føroyum, men svarið var, at í besta føri kundi tann vðgerðin fara fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi um -og tá- tað passaði inn í arbeiðsæltanina hjá onkrum av teimum uttanífrá komandi læknunum.

Fyri 14 døgum síðan -also 3 mánaðir eftir, at nýrasteinurin varð staðfestur- gjørdist ovboðið við pínu og at vitja wc 4-6 ferðir um tíman og gjørdi eg tí ikki matari enn at ringja til Suðuroyar sjúkrahús (SSH), tí ein fuglur hevði sungið fyri mær um, at bæði læknar og útgerð vóru á Tvøroyri at fremja neyðugu viðgerðina.

15 min. eftir fyrstu samtaluna við SSH var leyst og liðugt. Skuldi møta á Tvøroyri mánadag, sum eg fyrstu ferð ringdi til SSH fríggjadag seinnapart. Vorðið sum góð og skjót tænasta, má sigast!

So er spurningurin hví eg ikki kundi fáa henda møguleikan fyrst í januar ístaðin fyri, tá eg av mínum eintingum setti meg í samband við SSH í endanum á mars mánaði, tí einki hendi á LS? 

Havi seinastu vikuna, eftir væleydnaða viðgerð á SSH, kannað og spurt meg fyri hvat er galið við skipanini á LS. Havi ikk enn klárað at gjøgnumskoða veruleikan í lukkaða landinum. Tí niðanfyristandandi niðurstøður og tankar frá mínari síðu

Klaksvíkar sjúkrahús fekk fyri tíð síðan hendur á einum brúktum tóli til nýrasteinsknúsing (ESWL/SWL), sum hevði verið brúkt áður aðrastaðni. Úrslitini av viðgerðunum á KS eru ikki nøktandi, er mær sagt. Einans um 50% av viðgerðunum eydnast fyrstu ferð og úrslitið av tí er, at sjúklingarnir í fleiri førum hava verðið noyddir at fara ígjøgnum eina ella fleiri eyka viðgerðir, júst tí viðgerðin ikki er nøktandi og up to date, og av somu orsøkum eisini er við at hvørva á sjúkrahúsum í londunum kring okkum. T.d. eisini í Týsklandi, har útgerðin á fyrsta sinni kom fram.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er harafturímóti nýggjasta tøknin, har viðgerðirnar, so vítt mær kunnugt, eru nær 100%, tá talan er um virknað og leking. Tólið, talan er um, er eitt lasertól, ið knúsar nýrastein.

Hví verður henda útgerðin ikki brúkt optimalt? Hví skulu allir sjúklingar partout sendast av landinum at viðgerast og hví er neyðugt við fremmandum læknum í 15 vikur árliga, tá nøktandi læknalig expertisa finst í Føroyum, og at lokala expertisan væl og virðiliga er før fyri at taka sær av øllum føroysku nýrasteinsjúklingunum???

Óneyðugur kostnaður
Hvat við kostnaðinum av hesi løgnu skipan, sum virkar í dag?

Í meðal er talan um í mesta lagi 20-25 nýrasteinsjúklingar í Føroyum árliga.

Uttanífrákomandi urologar í 15 vikur kosta kr. 80.000 um vikuna, ella í minsta lagi kr. 1.200.000 árliga.

Viðgerðin í Aalborg kostar í minsta lagi 50.000 fyri hvønn sjúkling ella kr. 1.250.000 árliga fyri 25 sjúklingar.

Verða hesir, í mesta lagi 25 sjúklingarnir, kannaðir og viðgjørdir í Føroyum av føroysku læknafakligu expertisuni, sum er til taks – og kann nøkta tørvin (!), er talan um munandi sparingar.

Viðgerðin á SSH kostar, sambært sjúkrahúsinum har, kr. 3.000. Ellla í alt kr. 75.000 í alt árliga.

Also kann samlaði kostnaðurin av nýrasteinviðgerð minkast við kr. 2.375.000 árliga (kr. 2.450.000 – kr. 75.000)!

Kanska ikki nógv í samlaðu játtani til nú samanlagda sjúkrahúsverkið, men sanniliga peningur, ið kann nýtast aðrastani í skipanini. Ivist t.d. ikki í, at deildin, ið viðgerð føroysku fólkasjúkuna krabbamein, væl hevði kunna gjørt brúk av peninginum!

Annað er so tað, et eg sjálvur kundi havt verið fult arbeiðsførur í tveir til tveir og ein hálvan mánaða meira í 2018.
Nevndi nakar orðið viðgerðartrygd???

Magnus Hansen "Facebook 05042018"

​SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.