
Gøturnar eru nógvar í tali og tí er hetta eitt arbeiði, sum áhaldandi verður arbeitt við og raðfest. Hetta verður gjørt fyri at koma runt til tær gøtur, ið eru mest átrokandi at fáa dagført.
Millum tær gøtur og sniðgøtur, sum eru raðfestar seinastu tíðina, eru hesar:
Gøtan millum undir Brúnni og undir Hálsi
Gøta við Hamarssniðið
Gøtan niðanfyri Nema
Gøta fram við fjøruni og hús Nólsoyar Páls
Gøtan sunnan fyri Christianskirkjuna
Kelda: Klaksvík
SáH