NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjar leiðreglur um sóttarhald

15/1/2022

Comments

 
Picture
Nýggjar leiðreglur um sóttarhaldLeiðreglurnar fyri tey, sum skulu í sóttarhald, eru broyttar. Tað vil siga tey, sum hava fingið staðfest korona og tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur korona.

Sóttarhald - tey, sum hava fingið staðfest COVID-19

Hevur tú fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald. Hetta merkir:
  • Tú ert heima og bert saman við teimum, tú býrt saman við.
  • Halt minst 2 metra frástøðu til onnur í húskinum. Sov einsamøll/mallur og ver ikki í sama rúmi sum hini í longri tíðarskeið. Best er, um tú nýtir egið vesi. Um tað ikki er møguligt, eigur tú at vaska handtak og kranar, áðrenn onnur í húskinum brúka tey. Hetta er serliga týdningarmikið, um tú býrt saman við fólki, sum eru í øktum vanda fyri álvarsligari COVID-19 sjúkugongd.
Hevur tú sjúkueyðkenni:
  • Tú verður roknaður sum smittufríur og kanst fara úr sóttarhaldinum 48 tímar eftir, at tú seinast hevði sjúkueyðkenni.
  • Tú kanst eisini fara úr sóttarhaldinum, tá tú hevur verið sjúkur í 10 dagar og ikki hevur havt fepur í 48 tímar (uttan nýtslu av heilivági, sum setir fepurin niður, t.d. paracetamol), og um tú hevur tað gott og bert hevur løtt sjúkueyðkenni, sum til dømis mistan smakk- og luktisans, lættan hosta, høvuðpínu og møði.
    Tey flestu, sum eru smittað við COVID-19, fáa bert løtt sjúkueyðkenni og oftast bert í stutta tíð. Um tú fært álvarslig sjúkueyðkenni, mæla vit tær til at seta teg í samband við kommunu- ella vaktlækna.
Hevur tú ikki sjúkueyðkenni:
  • Tú ert smittufríur og kanst fara úr sóttarhaldinum 7 dagar eftir, at kanningin var positiv. 
  • Tú skalt ikki kanna teg umaftur, tí sannlíkt er, at kanningin er positiv í longri tíð.
Børn:
Børn, sum verða staðfest positivt fyri COVID-19, eiga at fylgja somu tilmælum sum vaksin í mun til sóttarhald, og eiga at halda seg heima, til tey eru smittufrí.
Børn hava sjálvsagt brúk fyri umsorgan og samveru, so sum at verða klemmað og troystað. Hetta er meira umráðandi enn at halda frástøðu. Kortini verður mælt til, at tað í størstan mun bert er eitt foreldur ella annar umsorganarpersónur, sum passar barnið, so man sleppur undan tøttum sambandi millum smittaða barnið og aðrar tættar kontaktir í heiminum.
Tað kann vera krevjandi at sita í sóttarhaldi bæði hjá vaksnum og børnum, og tí verður mælt til hjá øllum at hava ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt, og í tann mun tað er møguligt at hjálpa børnunum at halda samband við vinfólk og onnur.

Sóttarhald – tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur COVID-19

Hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður skilt millum tættar kontaktir og aðrar kontaktir.

Tættar kontaktir
Tú ert ein ”tøtt kontakt”, um tú hevur verið saman við einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og um tú samstundis lýkur eina av fylgjandi treytum:
  • Tit búgva saman
  • Tit ganga saman, men búgva ikki saman
  • Tit búgva á kamari saman á t.d. eftirskúla, háskúla, seturskúla ella líknandi
  • Viðkomandi hevur gist hjá tær, ella tú hevur gist hjá viðkomandi

Tilmæli til "tættar kontaktir":
  • Tú eigur at fara í sóttarhald
  • Tú eigur at lata teg kanna 4. og 6. dag eftir, at tú hevur verið saman við tí positiva
  • Ert tú ikki saman við tí positiva í sóttarhaldstíðini, kanst tú fara úr sóttarhaldinum, um kanningin 4. dagin er negativ
  • Ert tú saman við tí positiva í sóttarhaldstíðini, verður mælt til, at tú verður verandi í sóttarhaldi, til tann positivi sleppur úr sóttarhaldinum, og tú tá ert negativ/-ur

Aðrar kontaktir
Tú hoyrir til bólkin ”aðrar kontaktir”, um tú hevur verið saman einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og sum ikki lúka treytirnar fyri at vera ein “tøtt kontakt”. Aðrar kontaktir eru til dømis:
  • Arbeiðsfelagar
  • Floks-/stovnsfelagar
  • Vinfólk
  • Fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk
  • Fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum
Tilmæli til "aðrar kontaktir":
  • Tú eigur at lata teg kanna tvær ferðir. Fyrstu ferð skjótast gjørligt, og aðru ferð 4. dagin eftir, at tú seinast hevur verið saman við tí positiva
  • Tú skal ikki í sóttarhald, tú kanst fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn og til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur

Tú eigur at vera varin, geva tær far um møgulig sjúkueyðkenni, og lata teg kanna, um sjúkueyðkenni vísa seg.

Kontaktir, ið hava havt COVID-19 seinastu 6 vikurnar:
Tú skalt ikki lata teg kanna av nýggjum, um tú hevur verið í samband við ein positivan. Hetta tí, at kanningin kann verða positiv í fleiri vikur, eftir at tú hevur havt COVID-19.
Um tú ikki hevur sjúkueyðkenni, verður ikki mælt til, at tú fer í sóttarhald, heldur ikki um ein positivur er í húskinum.
Hevur tú sjúkueyðkenni, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald til 48 tímar eftir, at tú seinast hevði sjúkueyðkenni.

Tey, sum hava fingið staðfest COVID-19, fáa ein teldupost frá Landslæknanum við einum kunningarskrivi, sum greiðir frá, hvussu tey skulu bera seg at, hvørjar teirra “tøttu kontaktir” og “aðrar kontaktir” eru, og hvussu hesar skulu bera seg at.
Nýggju leiðreglurnar eru settar í verk.
Tú kanst kunna teg nærri um leiðreglurnar fyri sóttarhald og heimauppihald her.

Heitt verður á øll um at minnast til almennu ráðini um gott reinføri og at halda frástøðu.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.