Tá ið fólk fáa eitt nú blóðtøpp ella bløðing í heilan, kunnu tey millum annað uppliva, at tey verða meira ella minni lammað í einum armi, og tá skal armurin venjast uppaftur. Hetta verður gjørt við venjingum hjá fysioterapeutum og ergoterapeutum og við sjálvsvenjing. Ein týðandi partur av endurvenjing er at gera nógvar og regluligar endurtøkur av øvilsum, og hesum kann robotturin hjálpa við.
Robottarmurin er gjørdur soleiðis, at hann kann venja bæði grovmotorikk og fínmotorikk í ørmum og hondum.
Tøknin er háttað soleiðis, at armurin, sum skal venjast, verður lagdur í robottarmin, og so ber til at gera ymisk øvilsi, alt eftir hvør tørvurin er. Ein skíggi gevur fólk ymsar avbjóðingar – at líkna saman við telduspøl – og tað kann virka motiverandi, samstundis sum tað ber til at skjalfesta gongd og framgongd í venjingunum.
– Vit eru sera fegin um nýggja tólið, sum fer at styrkja endurvenjingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Okkara dugnaligu starvsfólk fáa nú eitt framkomið amboð at brúka í teirra arbeiði, og tað fer at koma sjúklingunum til góðar, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Fakfólkini, sum vanliga taka sær av endurvenjing, koma at standa fyri venjingunum í robottarminum.
Klaksvíkar Sjúkrahús