Núpur kom aftur klokkan eitt í nátt og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Landa verður til Kósina í morgun. Tað mesta var veiðuni var longa, toskur og hýsa, 30.000 pund longa og restin toskur og hýsa.
Tað blivu settar 10 setur, men nógvar vóru hálvar, tá ið illveðrið leikaði uppá tað harðasta.
Besti dagurin hjá Núpi hendan túrin var 27.000 pund.
Við vóru 14. mans og skipari var John Kári.
Jákup B byrjaði túr tann 24. februar.
Vit ynskja Núpi vælkomin heimaftur av hesum minniliga og buldrasliga túri.
SáH