Spenningurin var øgiligur, men tá ið saman um kom, bleiv uppskotið felt, úrslitið gjørdist 15-15 og trý stemmaðu blankt, tey vóru Kristin Mikkelsen og leysgangarnir Sonja í Jógvansstovu og Magni Laksafoss, tískil verður Rigmor Dam sitandi og hevur hon nú loyvið at handla í heimildarloysið við vælsignilsi frá okkara reinu samgongu við Aksel V. Johannesen løgmanni á odda.
Viðgerðin tók næstan fýra tímar.
Fyrr um dagin hevði Heðin Mortensen sagt Ewald Kjølbro stjóra á Landsverk upp og tískil hevur samgongan við Aksel V. Johannesen, Rigmor Dam og Heðini Mortensen onga skuld í nøkrum og nú vaska tey sínar hendur uppá Ewald Kjølbro fyrrverandi stjóra á Landsverk.
Sigi sum Bjørn á Heygum segði við Útvarp Føroya, nú koma 80ini umaftur, har ongin landsstýrisfólk høvdu nakra ábyrgd.
Sjá avstemmingina herundir:
SáH