NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nú taka vit seinastu stigini móti gerandisdegnum

21/1/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrið hevur í dag lagt fram sína ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag har korona ikki fyllir alt.

Sjálvt um smittutølini dagliga seta met, so er sjúkrahúsverkið ikki undir trýsti. Tí er tíðin búgvin til stig fyri stig at fara burtur frá tí serstøðu, sum koronasmittan hevur havt seinastu tvey árini.

Frameftir skulu vit síggja koronasmittuna sum eina sjúku sum vit mugu liva við, eins og vit gera við flestu øðrum sjúkum, og tað skal vera ábyrgdin hjá tí einstaka at gera av, um hann loyvir sær at verða í vanda fyri at blíva smittaður ella ei, eins og til dømis við beinkrími.

“Eg gleðist um at vit í dag kunnu leggja eina ætlan fram um hvussu vit taka seinastu stigini móti vanliga gerandisdegnum. Eg veit, at hetta kann tykjast djarvt. Eg eri eisini fullgreiður yvir, at støðan lættliga kann broytast. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið at fólk vita, at vit ætla okkum aftur til ein vanligan gerandisdag. ” Sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Ætlanin er gjørd í samráð við farsóttarnevndina og heilsumyndugleikan og byggir á hesi stig:

Frá í dag av
Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.
Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing. Teldupost: corona@arb.fo

Frá 1. februar
Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.
Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini skundkanning.
PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:
Fólk við sjúkueyðkenni
Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
Fólk sum hava fingið positiva skundkanning.

Frá 15. februar
Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva skundkanning ella positiva PCR kanning.

Frá 28. februar
Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi
​
Løgmansskrivstovan

Picture
Lýsingarprísir, klikk bannara omanfyri
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.