Dimmalætting skrivaði í 1988, at tá klaksvíkingur nr. 5000 varð borin í heim tann 9. august 1988 var greitt, at talið á býráðslimum í Klaksvík mátti hækkast við minst tveimum.
Hetta bleiv sostatt gjørt og borgari nr. 5000 í 1988 var Rannvá, dóttir til Henrikku og Karl Birgir Iskasen.
Býráðstalið er enn 13 og í hesum døgum verður síðstu hond lagt á, at gera listarnir lidnar til býráðsvalið tann 8. november.
SáH