Propaganda verður dagliga fylt í fólkið í landinum og støðan er blivin sera spent. Á Nýggjársrøðini segði leiðarin Kim Jong Un, at hann hevði fingurin á knappinum yvir atomvápnini hjá sær og saktans kundi vera, at tað bleiv trýst á knappin í nærmastu framtíð.
Ógvusliga orðastríðið ímillum Norður Korea og Amerika hevur ført við sær, at neyðhálpin ikki kemur til Norður Korea - og kanska heldur ikki kemur í nærmastu framtíð - um leiðarin úr Norður Korea heldur áfram við at hótta verðina við Atomkríggi.
JáH (y) 14.01.2018