Fólk hava veruliga hugna sær til Norðoyastevnuteitið og tað sæst týðuliga, at tað hevur verið stórur saknur í Teitinum.
Undirritaði hevur eisini tosað við aðrar sjónleikarar, sum hugt hava verið eftir Teitinum og har vóru ummælini sera góð - har eisini bleiv prátað um, hvussu gott samanspælið varð í leikarar, tónleikarar, ljós- og ljóðfólk. Umframt tað, so hevur samstarvi ímillum Atlantis og Kl. Sjónleikarafelag eisini verið í hásæti, har Atlantis eisini hevur givið eina hjálpandi hond undan sýningum.
Í kvøld Kl. 18.00 og Kl. 20.00 eru so tær seinastu sýningarnir av Teitinum og samanumtikið, so hevur hetta verið strævið til tíðir (serliga venjingarnir), men sum ikki altíð - tað er við sjónleiki - so hevur hetta eisini verið serstakiliga gevandi. Vit takka øllum, sum hava verið forbí hjá Atlantis og hugt hava eftir Teitinum - uttan tykkara stuðul, jamen so varð onki Teitið.
JáH (y) 03.06.2018