Nú boðar Pál Weihe og Farsóttarnevndin frá, at mett verður, at tamarhald ikki er á smittustøðuni í løtuni. Tey ynskja at samfelagið og tiltøk av ymnsum slag steðga á og mæla teir til, at Norðoyastevnan verður avlýst.
Hetta harmast leiðslan í býráðnum um, men tekur tilmælið til eftirtektar og verður Norðoyastevnan tí avlýst.
Heitt verður á fólk og feløg annars um at taka hesi tilmæli á álvara og fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikanum.
Karl H. Johansen
borgarstjóri