Sum vant er norðoyastevnuskráin aftur í ár forvitnislig og fjølbroytt, og hon fevnir víða um list og mentan av alskyns slag.
NORÐOYASTEVNUSKRÁIN SÆST HER
Í samband við stevnuna er eisini vert at hava ferðslubroytingar í huga, um ferðast verður við bili. Ferðslubroytingarnar raka ein stóran part av miðbýnum, serliga Vágstún, Gerðagøtu, Uppsalagøtu og Bøgøtu.
FERÐSLUBROYTINGARNAR SÍGGJAST HER
Ferðslubroytingarnar eru galdandi frá fríggjadegnum 1. juni kl. 15 til mánamorgunin 4. juni kl. 6.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna