
Tað vóru Julianna Thomsen fyri Norðoya Sparikassa og Símun á Høvdanum og Jamie Arro fyri Ægir, sum skrivaðu undir sáttmálan í Svimjihøllini í Klaksvík.
Báðir partar eru stak væl nøgdir við sáttmálan og rósti Norðoya Sparikassi Ægir, fyri at gera eitt framúr gott arbeiðið við at vísa Norðoya Sparikassa fram, tá ið kappingar eru runt Føroya land og uttanlanda.
Vónandi ferð tað at ganga Ægir sera gott í framtíðini og ætlar Ægir at geva Norðoya Sparikassa eina góða 100 ára føðingardagsgávu næsta ár, við at royna at gerast besta svimjifelag í Føroyum aftur.
Símun á Høvdanum helt eina lítla røðu, har hann vónandi, at allir svimjarnir í Ægir gjørdist kundar hjá Norðoya Sparikassa og helt hann, at tað var av týdningi, at vit øll stuðlaðu hvørjum øðrum og til endast takkaði hann Norðoya Sparikassan fyri teirra stóra stuðul til Ægir.