Hetta gevur lýsarnum á Norðoya Portalinum og News.fo góðar møguleikgar at vísa seg fram í Klaksvík, tí hetta er ein av teimum størstu stórskerminum í Føroyum, hann sæst langa veg.
Stórskermurin liggur eisini sera væl fyri og er klaksvíksvegurin ein av høvuðsvegnum, sum hevur einamest ferðslu í Klaksvík. Eisini hevur hesin skermurin sera stóra upploysing og tí eru myndirnar sera klárar.
Ætlanin er eisini at vit fara at koyra onkur tíðindir og myndir á skermin.
Tað verður undirritaði Símun á Høvdanum, sum fer at taka sær av lýsarum og tíðindunum. Tit kunnu seta tykkum í samband við Símun á Høvdanum á telefon 273200 ella 220170. Eisini ber til at senda honum ein meyl á [email protected] ella eisini finna tit hann á Facebook, her hansara síða, klikk her: https://www.facebook.com/simun.eu
Fyrstir at lýsa var Trygd og her myndir av teirra lýsing, har tey lýsa um alment tiltak í Klaksvík í kvøld tann 3. mars.