Hetta skrivar Norðoya Bátafelag á teirra heimasíðu:
Takk fyri tit øll í møttu upp í hølunum hjá Norðoya Bátafelag í morgun , Tórshavn , Fuglafjørður og Egilstaðir Ísland og vit onnur í lokala umráðnum 👍👍👍
Altíð eru tey blíð í Norðoya Bátafelag, har borðreitt var við kaffi, rundstykkum og kakum.
Tosað bleiv um framtíðina hjá Norðoya Bátafelag, um Klaksvíkar Kommuna fór at halda orð viðvíkjandi húsinum?, sum skal staðsetast niðanfyri Effo og nær gongd kemur á tað málið.
Tað skuldi verið líka til at fara ígongd beinanvegin, nú Klaksvíkar Kommuna skal grava meira út í ídnaðarøkinum, so kundi tað gróti fara í staðsetingina hjá Norðoya Bátafelag niðanfyri Effo.
Haldi at Klaksvíkar Kommuna hevur sett eina millión til tað endamálið, men tá ið eg var á gongutúrinum frá Varpinum og til Mentunarhúsið, tá nevndi Dávur Winther onki um at Norðoya Bátafelag skuldi hava felagshúsini niðanfyri Effo, men alt annað bleiv nevnt.
Takk fyri góðan blíðskap og gott prát.
Her nakrar myndir frá Norðoya Bátafelag leygarmorgunin tann 14.05.2022.
SáH