Fráboða oljudálking
Kommunan vil heita á allar borgarar um at ringja til kommununa, varnast tey oljudálking ella oljulukt innandura. Tá ið kommunan fær fráboðanir, fer hon í samráð við Sløkkiliðið og oljuveitarafeløgini at kanna, hvaðani oljan kemur.
Oftast er tað ein oljuleki frá oljutangum ella leiðingum, ið eru tard, ið elva til oljudálking. Tað er trupult at siga, hvørjar avleiðingar ein oljuleki kann elva til, men í ringasta føri kann dálkingin fara víða um. Olja kann renna út í áir ella í kloakkina, og tá kann fara at lukta í fleiri húsum. Hesin luktur er sera rámur og kann taka drúgva tíð at fáa burtur. Mælt verður frá at spula oljudálkaða mold, tí tað er trupult at stýra, hvar oljudálkaða vatnið rennur. Mælt verður til at burturbeina oljudálkaða mold, tá ið hetta ber til.
Tosa við títt tryggingarfelag
Umráðandi er, at borgarar, sum hava ampa av oljudálking, seta seg í samband við tryggingarfelagið, sum sendir sýnisfólk á staðið.
Varnast tú oljudálking ella kennir oljulukt á tínum matrikkli, er sera týdningarmikið at boða kommununi ella Sløkkiliðinum frá skjótast gjørligt umframt at fráboða møguligan skaða til tryggingarfelagið.
Til ber at lesa meira um oljutangar HER.
JáH (y) 25.10.2017
Kelda: Tórshavnar Kommuna