NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjur keypsportalur tikin í nýtslu

1/10/2013

Comments

 
Picture
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri hevur kunngjørt rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna. Rundskrivið er komið í gildi í dag 1. oktober.  Frá í dag skulu vørur og tænastur, ið hitt almenna keypir og sum eru omanfyri eina ásetta upphædd, bjóðast út á nýggjum keypsportali.

Keypsportalurin er fyrst og fremst eitt alment kunngerðarstað, har ið almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um nýggj útboð.

 - Fyritøkur og borgarar skulu hava álit á, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd. Somuleiðis skal sum mest fáast fyri hvørja skattakrónu. Keypsportalurin, sum eisini er eitt av málunum í samgonguskjalinum, skal virka við til at røkka hesum málum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Keypsportalurin, sum er mentur við støði í rundskrivinum, varð tikin í nýtslu í dag á almennari samkomu á Gjaldstovuni.

Rundskrivið snýr seg um keyp av vørum og tænastum hjá almennum stovnum og er, við ávísum undantøkum, galdandi fyri øll keyp omanfyri 50.000 kr. uttan mvg. Skilt verður tó millum keyp frá 50.000 kr. upp til 800.000 kr. og síðani keyp oman fyri 800.000 kr. uttan mvg. 

Tvey sløg av útbjóðingum eru ásett í rundskrivinum.
Annar hátturin er at seta ein tilboðsfyrispurning. Hann kann nýtast fyri keyp upp til 800.000 kr. u/mvg og krevur, at tilboð skulu biðjast frá í minsta lagi tveimum veitarum. Einki krav er tó um, at ein tilboðsfyri¬spurningur skal lýsast alment, og nýggi keypsportalurin er í fyrstu syftu ikki ætlaður hesum útbjóðingarhátti.

Hin hátturin er alment útboð, sum verður brúkt fyri keyp ið eru omanfyri 800.000 kr. u/mvg, men kann eisini verða nýtt fyri keyp niðanfyri hesa upphædd. Í rundskrivinum verður kravt, at almenn útboð skulu lýsast á Keypsportalinum, so allir veitarar kunnu bjóða upp á vøruna ella tænastuna. 

Jørgen Niclasen væntar, at almennir stovnar í størri mun enn higartil fara at útbjóða keyp av vørum og tænastum, og at tað fer at skapa eina virknari kapping og harvið betra fortreytirnar fyri einum effektivum og kappingarførum marknaði. 

Gjaldstovan hevur ment Keypsportalurin. Heimasíðan er partur av heimasíðuumhvørvinum hjá Gjaldstovuni, men er eisini at finna á www.keypsportal.fo.


Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Egon Joensen, teldupostur egon@fmr.fo ella telefon 352020.

Rundskriv um keyp av vørum og tænastum, klikk link her: http://www.fmr.fo/Data/Register/0209FF11-AB5D-42FF-8ED7-68B8145134C5/21101720-B612-4B2A-B8CD-786827144249/27E1F046-72A7-4A39-A327-4F31FF4ED16D.pdf

Kelda: Fíggjarmálaráðið



Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly