NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​NEI EINKI DUGIR HØGNI HOYDAL GAND

9/10/2020

Comments

 
Billede
Aftursvar til Høgna Hoydal
 
Tað er hugstoytt at hoyra fyrrverandi Landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, standa á tingsins røðarapalli og oysa út gor og gall yvir  tvey manningarfeløg, sum avgjørt vrakaðu nýfiskivinnu uppskotið hjá undanfarnu samgongu við Høgna Hoydal á odda.

Tað, sum er umráðandi í slíkum føri, áðrenn ein fyrrverandi landsstýrismaður úttalar seg um fakfelagsviðurskifti og sáttmálasamráðingar, so má hann fyrst og fremst seta seg inn í viðurskiftini.

Fyri at lýsa faktum, so er/var støðan tann, at fyrst í 1980´ unum, tá føroysk skip fiskaðu  rækjur í Kanada og kvoturnar vóru smáar, so bleiv  gjørd ein avtala millum manningarfeløgini og ymisku reiðarnar, at manningin luttók í írestandi kvotukeypi, so lastin kundi fyllast. Hetta var óivað væl skilt av øllum pørtum, og sjálvandi varð hendan avtala feld á blað ” Sáttmálan”. Hesin parturin er tað, sum kom undir § 17 stk 3. seinni nevnt ” Sjálvtøkuborðið”.

Hendan ásetingin var nokk ongantíð nakar trupulleiki, tí skip høvdu kvotur og fiskidagar, so hetta koyrdi sum eftir skinnarum.

Síðsta samgongan millum C - E – F, har Høgni Hoydal var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setti veruliga kílar millum fakfeløg, manningar og arbeiðsgevarar.

Nú varð ein uppboðssøla sett á stovn, bæði opin og lukkað, stál og loyvir blivu skyld sundir, alt sum æt arbeiðspláss á sjónum, varð alsamt meiri óvist fyri fiskimannin.

Reiðarar/rættindahavarar keyptu á uppboðssølu og sjálvandi trektu teir keyp av søluni, eftir at fiskurin varð landaður, tí í 1980´ unum varð sett inn í sáttmálan:

 ”at keyp av kvotum av einum og hvørjum slag ,  fara av óbýttum, tó ikki søla og keyp av fiskidøgum”.

Høgni Hoydal  segði soleiðis, at lógin segði greitt, ”at rættindahavarin skuldi rinda fyri kvotakeyp”. Jú gamaní, men aftur hesaferð vaskar Høgni hendurnar  og er óvitandi, tí enn einaferð, so sigur sáttmálin § 17. stk 3. So har var einki at gera, uttan Fasta Gerðarættin (FG), ella sáttmálasamráðingar.

Manningarfeløgini koyrdu málið í Fasta Gerðarrætt (FG)
Eftir at manningarfeløgini høvdu koyrt málið í FG, so varð stórt fyrireikingararbeiði gjørt, men øll hugsandi ráðgeving segði manningarfeløgunum og mæltu okkum til, at taka málið úr FG.  Grundin var tann, at sáttmálin segði í § 17 stk. 3. púra greitt, at reiðarin hevði rætt at gera tað, hann gjørdi, tí hetta var ein avtala, sum varð gjørd millum partarnar. Har kann Høgni Hoydal ikki leggja seg út í og vraka sáttmálan.

Ráðgevingin mælti til samráðingar. Manningarfeløgini tosaðu saman og samdust um at taka málið úr FG og fóru í felags samráðingar við Reiðarafelagið.

Semja varð gjørd millum partarnar.  Nú varð ásetingin í § 17. stk 3 strikað, og nýggj orðing gjørd. Nú sigur sáttmálin, at vit ongantíð kunnu luttaka við meiri, enn ávísum % parti og  hetta vóru munandi batar fyri fiskimannin.

Dugir Høgni Hoydal gand?
Høgni Hoydal segði á tingsins røðarapalli í gjár, tann 08.10.2020, at hann hevði bjóðað seg fram, sum ”tungvektarin á vágskálini, vitni” í Fasta Gerðarættinum, at manningarnar skuldu verða frítiknar fyri avgjøldini, so tekur hann so dyggiliga feil. Ein skriftlig avtala varð gjørd millum partarnar í 1980` unum, og tað hevði FG tikið støðu í og dømt útfrá.

Hví tapti Høgni Hoydal síðsta løgtingsval?
Føroyski fiskimaðurin vrakaði fiskivinnunýskipanina, sum undanfarna samgonga legði fram, so her má Høgni Hoydal verða eyðmjúkur og viðurkenna tann stóra feilin, hann gjørdi, men tað er dýrt at verða stoltur og hástórur.

Nei einki dugir Høgni Hoydal GAND.

Vegna

Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður

Billede
SO VERÐUR TAÐ GJØRT -EISINI ØKIÐ VIÐ BUCKWALD
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.