Soleiðis skrivar Hagstova Føroya um okkara arbeiðsloysið á teirra heimasíðu:
Í februar 2015 var árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum 878 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru 23 færri enn í januar. Av teimum 878 eru 346 menn, svarandi til 2,4%, og 532 eru kvinnur, svarandi til 4,2%.
Samanborið við februar í fjør er størsta minkingin hjá monnum, har 174 færri eru arbeiðsleysir nú, meðan tað eru 98 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar. Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 968 fólk í talið ella 3,6% í februar, og er tað áleið tað sama sum í januar.
So tað burdi verið eitt sindur eftir til tey arbeiðsleysu - nú nærum ØLL menniskjur hava arbeiðið í Føroyum og gjalda ovurhonds stóran skatt. Hvar blíva pengarnir av, kann ein kanska loyva sær at spyrja ...
JáH (y) 25.03.2015