
23 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Hini 21 eru smittað í Føroyum. Í 19 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.
2007 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 328.527 kanningar.
868 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 773 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 94 persónar smittaðir við Covid-19.
Heilsumálaráðið
Mín hjartans meining: