Tað var borgmeistarin Jógvan Skorheim, sum settið fólkafundin kl. 11.30 og ynskju hann øllum at vera vælkomin til Klaksvíkar og gleddist hann um, at fundurin bleiv hildin her. Hann fór aftur í tíðina og fortaldi okkum um fyrsta fólkafundin í Føroyum og hvønn týdning tað er fyri fólkaræði at man samlast, góð tala og so kundi Fólkafundurin 2013 setast ígongd.
Tað eru 36 feløg sum vísa seg fram, bæði politisk, almennur stovnar, kommunur og onnur.
Fyrr uppá dagin vóru tað ikki nógv fólk og vitjaðu, men tá ið leið út á dagin og um kvøldið var hópin av fólkum. Fólkafundirn heldur áfram ídag og lata hurðarnar upp kl. 13.00, aðrastaðni á Norðoya Portalinum finna til skránni fyri fundin.
SáH