Postarenningin er fyri tey yngru børnini og saman við vaksnum. Postarenningin byrjar og endar á bókasavninum, og kann roynast millum kl.10.00 og 17.00.
Umframt postarenningina verður ein søga lisin kl.11.00 og 16.30. Hvørjar søgur verða lisnar er loyniligt, tí høvuðspersónurin í søgunum er onkur av teimum, sum gitast skal um til postarenningina. Lutakast verður millum luttakararnar um tríggjar myndabøkur. Um veðrið ikki er til vildar 3. juni, verður tiltakið flutt til fríggjadagin 4. juni.
Undir heitinum Virkið vár verður sostatt aftur hesa vikuna varpað ljós á tiltøk í býnum, sum eru heilsufremjandi kropsliga og sálarliga.
Kunning um onnur tiltøk í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni, kunnu sendast til Duritu Samuelsen umvegis [email protected].
Klaksvíkar Kommuna