NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Minningarorð um okkara høgt elskaðu Herbjørg Eysturdal

3/4/2016

Comments

 
Billede
Tað tykist sera løgið, at man blívur uppringdir ígjár og í telefonini er tað ein ovurfegin mamma, sum segði mær, "Símun, sonurin hjá mær hevur júst fingið bronsunál og eg eri soooo glað", har var gleði og gaman í Gundadali ígjár. Legði hornið á, sum vit søgdu fyrr og bert nøkur sekund gingu, so ringdi telefonin aftur og eg fekk tey sorgarboð, at klassavinurin hjá mær Herbjørg Eysturdal var farin. Ótrúðligt, hvussu skjótt eg kom niður á jørðina aftur og tankar mínir blívu svartir og daprir. Eitt fantastisk menniskja er farið, hon sum hevur verið Ægir ein sera stórur fongur, bæði hon, Carsten og øll børnini hjá teimum. Tað kann ikki skrivast í orðum og fyri júst einum árið síðani, bleiv Carsten Wigant Andreasen, maður Herbjørg, heiðurslimur í Ægir og eg fekk heiðurin at handa honum og Herbjørg Eysturdal heiðursplátu og blómutyssi. Tað var tað allerbesta við 40 ára veitsluni hjá Ægir og eg skal vegna Ægir, takkar tær mangar ferðir fyri, títt stóra arbeiðið, sum tú gjørdi fyri okkara felag Herbjørg.

Eg kom at kenna Herbjørg í fólkaskúlanum, har vit gingu í klassa saman í 10 ár. Herbjørg var ikki sum hinar genturnar í klassanum, hon pyntaði seg ikki og var hon ikki serliga gentulig. Nei, hon var sín egni persónur og dámdi væl at rokast, hon var sera fitt, hon var góð við øll og var tað nakað, sum skuldi gerast, so var hon altíð klár at hjálpa. Vit hava øll okkara pláss í einum klassa, Herbjørg var stríðskvinnan í klassanum, tók tøk, sum mannfólk átti at taka og skal eg siga tað beint út, so var hon nokkso dreingjalið, men tað skal takast í einum positivum anda. Hon var ótrúðliga sterk og tað sæst eisini aftur hesu seinastu 3-4 árini, hon hevur stríðst ímóti krabbameini.

Eg samlaði okkara gamla klassa frá 1974 á jólum í 2013, har vit høvdu eina hugnaløtu saman í Bakarínum hjá Jórun, ein rørandi og hugnalig løta. Har vit fingu okkum ein góðan bita og søgdu hvørjum øðrum, hvat hevði hent í okkara lívið, síðani vit møttist síðst. Øll komu við sínari søgu, hjá onkrum gekk heilt gott og hjá teimum flestu, gekk lívið sína vanligu gongd. Tá ið so túrurin kom til Herbjørg og hon fekk orðið, so segði hon. "Tit eg havi fingið nýtt arbeiðið og tað er at stríðast ímóti krabbameini" og tað ætli eg mær eisini at gera. 
Tað hevur tú sanniliga eisini gjørt Herbjørg, tú hevur striðst hvønn dag fyri tínum lívið og tú hevur verið ígjøgnum nógv hesi árini. Ótrúðligt hvat summi skulu fara ígjøgnum og so grenja vit onnur, bara vit hava eina influensu. Lívið er sera órættvíst, tað er ikki langt síðani, so misti vit Finn á Svøð, eisini hann fekk krabbmein og nú teg Herbjørg. 

Vónandi hava tit bæði tað gott uppi í himmalinum nú, Jesus pápi hevur fingið tvey sera fitt fólk upp til sín. Tankar mínir leita til familjuna, Carsten og børnini, lat Jesus pápa styrkja tykkum í stóru sorg tykkara og við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir klassavinin Herbjørg Eysturdal. Ægir hevur minst eina av okkara allerbestu mammu.

Símun á Høvdanum,
formaður í Ægir 

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.