Signhild V. Johannesen, forkvinnan í Mentanarnevndini bað vælkomin.
Kórið í Christianskirkjuni sang, “nú hvítna tindar fjøllum á”, aftaná bleiv felagssangur sungin og hann var tað “Mín Jesus, lat mítt hjarta fá”.
Osmund Justinussen, reiðari helt eina góða røðu og var um at missa ein av sínum kæru, hoyr røðuna herundir.
Aftaná blivu kransar lagdir. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyri Klaksvíkar Kommunu. Jacob Vestergaard, landssýrismaður fyri Føroya Landsstýri. Jógvan Páll Steinberg, formaður fyri Klaksvíkar Útróðrarfelag. Jastrid W. Niclasen, forkvinna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Arthur Guðjonsson, formaður Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Síðani sang kórið í Christianskirkuni, “Himnafaðir vár, vit biðja” og so enn ein felagssagnur “Breið tínar náðiveingir”.
Signhild v. Johannesen takkaði fyri og bjóðaði øllum til ein drekkamunn í Betesda.
Veðrið var av tí besta, men sera kált, so ein drekkamunnur kom væl við.
Her myndir frá minningarhaldinum, klikk her “Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík 2019”
SáH