Skráin:
Minningarhaldið í Vágstúni byrjar kl. 15.00.
Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini bjóðar vælkomin
Felagssangur, Jesus kæri, før tú meg
Røða, Símun Absalonsen, grannskoðari
Kransar
Klaksvíkar Býráð: Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri
Føroya Landsstýri: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Klaksvíkar Útróðrarfelag: Jógvan Páll Steinberg, formaður
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Absalon Hansen, formaður
Felagssangur, Mín Jesus lat mítt hjarta fá
Tøkk, Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini
Koronustøðan ger, at KFUM & K kortini ikki luttekur við kórsangi. Heldur ikki verður boðið til drekkamunn eftir minningarhaldið, sum siður annars er.
Øll eru hjartaliga vælkomin til minningarhaldið, men heitt verður á fólk um at standa í góðari frástøðu.
Skráin:
Minningarhaldið í Syðradali byrjar kl. 13.30.
M/F SAM fer úr Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50. Bussur koyrir niðan til Syðradals kl. 13.20
Boðið verður vælkomin, Asbjørn Dahl Lómaklett.
Fyrsti sálmur: Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur
Røða: Jóannes Hansen, miðnámslærari
- Páll Østerø verðir minntur
Annar sálmur: Vit veltu og vit sáddu
Kransar verða lagdir
Triði sálmur: Takk, Guð fyri alt, sum hendi
Endi við bøn: Jóannes Hansen
Tú alfagra land mítt
Eftir minningarthaldið, verður lítið hátíðarhildið í sambandi við, at minnisvarðin verður handaður Klaksvíkar kommunu.
Vegna koronustøðuna, verður ikki farið suður í skúlan aftaná!
Klaksvíkar Kommuna