
Signhild V. Johannesen, forkvinnan í Mentanarnevndini bað vælkomin.
Kórið í Christianskirkjuni sang, "nú hvítna tindar fjøllum á", aftaná bleiv felagssangur sungin og hann var tað "stýr míni skútu í ódn og logn".
Rógvi Joensen trúboðari helt eina góða røðu og var hon um deyðan og at ganga planktan út.
Aftaná blivu kransar lagdir. Jógvan Skorheim, borgarstjóri fyri Klaksvíkar Kommunu. Henrik Old, landssýrismaður fyri Føroya Landsstýri. Jógvan Páll Steinberg, formaður fyri Klaksvíkar Útróðrarfelag. Jastrid W. Niclasen, forkvinna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Arthur Guðjonsson, formaður Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Síðani sang kórið í Christianskirkuni, "Eitt navn á fold av øllum her" og so enn ein felagssagnur "Uttan teg var tøgnin tóm".
Signhild v. Johannesen takkaði fyri og bjóðaði øllum til ein drekkamunn í kirkjukjallarnum.
Tað var hart tiltrongd, tí veðrið var alt annað enn gott, sera illsligt og kált.
Her myndir frá minningarhaldinum, klikk her "Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík".
SáH