Mikrosimulering er eitt felagsheitið fyri modellir at greina menningina av samfelagnum, t.d. í sambandi við at lógarbroytingar verða fyrireikaðar fyri at meta um, hvørji búskaparlig og samfelagslig árin, kunnu standast av lógarbroytingum.
Hesin hátturin at simulera samfelagsmenningina er nýttur í norðurlondum, Ísland og Føroyar undantikið, tí har eru nevndu modell ikki eru settir á stovn. Tað er Norðurlendska nevndin fyri Almannahagtøl (NOSOSKO), ið fíggjar verkstovuna. Tað er eisini NOSOSKO, sum hevur biðið norðurlendsku serfrøðingarnar innan mikrosimulering um at skipa fyri verkstovuni.
NOSOSKO hevur í 2014 tikið stig til eina felags norðurlendska verkætlan um samstarv millum tey verandi norðurlendsku simuleringsmodellini, og úrslitið av verkætlanini er millum annað at seta í verk eina kanning av, hvussu mikrosimuleringsmodel kunnu setast á stovn í Føroyum og í Íslandi.
Fyrsta stigið á leiðini er verkstovan, har metodir og modellir verða løgd fram og gjøgnumgingin fyri luttakarunum frá Hagstovuni, Almannaverkinum, Fróðskaparsetrinum, Búskaparráðnum, Talgilding Føroyar, Gjaldstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Almannamálaráðnum.
NOSOSKO er Norðurlendska nevndin fyri Almannahagtøl undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum hevur 70 ár á baki í næsta ár. Nevndin gevur árliga út eina komparativa analysu av norðurlendsku samfeløgunum við atliti at almenna vælferðarøkinum, og leggur til rættis eina røð av verkætlanum innan greining av vælferðarøkinum. Føroyar eru umboðaðar av Almannamálaráðnum og Hagstovuni og hevur luttikið í norðurlendska samstarvinum síðan 2005.