Orð: Snorri Brend.
KORONA (seinni partur): Hóast Fólkakirkjan í mangar mátar hevur verið í fremru røð at basa koronu-smittuni, so verða prestarnir javnan settir í tvístøður, tá talan er um at taka sær av kirkjufólkinum – bæði teimum syrgjandi, teimum gomlu og einsamøllu, teimum spentu og eisini teimum, ið koma úr øðrum londum.
Í greinini ”Fólk sakna at sleppa í kirkju”, sum varð løgd út á heimasíðuna hósdagin – sí leinkjuna: https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/prestar-folk-sakna-at-sleppa-i-kirkju-539e0c55/ - var millum annað nortið við tann sakn, sum kirkjufólk hava havt, nú tey ikki eru sloppin til gudstænastu sum vanligt.
Henda seinna greinin um kirkjuna í eini koronatíð, viðgerð meiri tær avbjóðingarnar, sum ein prestur – annaðhvørt hann so hevur bústað í Hoyvík, í Klaksvík, á Sandi ella í Miðvági
- hevur í dagliga yrki sínum, nú korona herjar.
Allir hesir prestarnir merkja ein harm og ein sakn millum sóknarbørn síni, tí ongar gudstænastur hava verið – og nú, ið nýggj tilmæli eru komin, gera hesi sítt til, at tey ikki sleppa í kirkju fyrrenn í fyrsta lagi 1. sunnudag í advent.
Tað er helst so, sum Marjun í Kálvalíð, prestur í Vágum sigur tað:
- Vit mugu bara staðfesta, at vit ikki ráða fyri nøkrum. Korona er, sum hon nú einaferð er, men lívið skal kortini livast: Trúgvin, bønirnar og lesturin eru har, hóast alt!
Størstu avbjóðingina í yrki sínum møta prestarnir, tá fólk vilja hava prest, uttanfyri kirkjutíð og við frástøðu, at koma á vitjan til einhvørja tænastu ella samtalu, til dømis við ein doyggjandi, ein syrgjandi, eitt spent brúðarpar, eini spent foreldur at dópsbarni ella ein sjúkan, sum kanska hevur korona.
- Tað ber sjálvandi til at hava slíkar samtalur gjøgnum telefon ella umvegis Netið. Men nei, tað verður ongantíð tað sama at sita soleiðis saman við einum syrgjandi, og snøgt sagt missa nærveruna, tí vit altso eru noydd at sita í hvør sínum rúmi ella í hvør síni bygd.
- Vit ynskja so fegin at vera saman við teimum, andlit til andlits. Men sum prestar eru vit samstundis noyddir at virða tilmælini um frástøðu, og tí havi eg eisini havt slíkar persónligar samrøður við munnbindi á.
- Tað eru slíkar støður og slíkar umstøður, sum gera arbeiðið okkara so trupult og øðrvísi, vísir Havstein Klein, Sandoyarprestur á.
TÁ TAÐ GONGUR ÍMÓTI
Ein sannroynd er, at kirkjan er kring fólkið í øllum lívsins viðurskiftum, bæði tá ið gongur við og tá tað gongur ímóti, frá byrjanini av lívinum og til tað endar.
Kirkjan er har, tá tær gleðiligu løturnar eru í lívinum, men so sanniliga eisini, tá sorg og saknur raka ein einstakan, eina familju ella eina heila bygd.
Nú, ið korona-farsóttin enn einaferð ger um seg her á landi, hevur kirkjan sjálv verið avmarkað í virksemi sínum. Nógvar gudstænastur hava verið avlýstar, meðan annað er útsett, umskipað ella avlýst.
Nevnast kann, at øll tiltøk, ið vóru sett á skrá í november og desember í Vágum, uttan um gudstænasturnar, er avlýst restina av árinum.
Hetta er eisini tíðin, tá tey ymisku jólatrøini verða tendrað í bygd og býum. Hetta verður gjørt uttandura, og tí er ikki eins stórur vandi fyri smittuspjaðing í slíkum førum.
Allar hesar avmarkingarnar hava tó ikki minkað um fasta og dagliga arbeiðið hjá prestunum, sum hvønn einasta dag hava nógvar uppgávur at loysa millum sóknarbørn síni.
- Vit tosa við fólk, vit eru tøk á telefonini og til samrøður við frástøðu, sjálvandi. Og vit kunnu skriva, og tað gera vit eisini. Kirkjubókin skal førast, prædikur og andaktir skrivast sum vanligt.
- Ja, sum tú sært, so arbeiða vit akkurát sum vanligt.
”KUNNU VIT IKKI DOYPA OKKARA BARN?”
Tað eru annars ikki hissini uppgávur, sum ein prestur kann koma í ein vanligan gerandisdag í arbeiði sínum.
Rættari er helst at kalla nógvar av hesum vanligu uppgávunum og tænastunum við sínum rætta navni: Tvístøður í eini tíð, sum er merkt av korona. Tí ynskini eru mong.
Her eru nøkur aktuell dømi:
”Altso prestur, nú ið ongar gudstænastur eru í kirkjuni, - kunnu vit so ikki giftast sum ætlað? Kunnu vit ikki doypa okkara barn? Kanst tú koma á gátt hjá okkum? Ella kunnu vit tosa við teg í prestagarðinum? Kann eg fáa eina dópsváttan? Ella bara hetta: Eg havi okkurt, sum eg vil tosa við ein prest um. Liggur tað fyri hjá tær? Og hvar kunnu vit so hittast?
Og á eini heilt aðrari síðu: ”Prestur, hvat gera vit nú, ið ein av okkara kæru liggur til tað seinasta, enntá við korona. Vit sleppa ikki inn at vitja á sjúkrahúsinum. Kann prestur ístaðin fara á vitjan og verða hjá tí doyggjandi, halda í hond hansara, syngja fyri honum og eisini biðja fyri honum? Ja, og hvussu verður nú við jarðarferðini? Kann hon verða sum vanligt? Og so framvegis.
Ella, sum ein annar prestur tekur til:
- Øll vilja vit vera um okkara kæru. Hóast vit øll mugu fara inn í deyðan uttan okkara kæru, so vilja vit kortini vera hjá teimum og fylgja teimum á leið.
- Tá er gott hjá okkum at kunna ugga tey syrgjandi og siga, at eingin er einsamallur, tí vit trúgva, at Jesus sjálvur er um tey og hjá teimum, - og at hann tekur ímóti sínum kæru í hinum ævigu bústøðunum.
KIRKJAN GONGUR Á ODDA
Marjun Lómaklett, sum eisini er sett sum integrasjónsprestur, sigur soleiðis um hesi síni sóknarbørn, ið eru teir mongu tilflytararnir í Føroyum:
- Tøknin er so góð og hent nú á døgum, so tað ber væl til at samskifta og hava samtalur og fundir á netinum. Hetta merkir, at tey kunnu lættliga síggja gudstænastur, møtir og andaktir á netinum. Men gott er eisini at fólk kunnu hava gott samband við síni kæru her heima og úti í heimi – uttan mun til um ein er í sóttarhaldi ella ikki.
- Tá tað er sagt, so er tað samstundis sera óheppið, at eg ikki havi kunnað savna fólkið, sum eg annars ætlaði tað í integratiónsætlanini sum integratiónsprestur. Jú, tað er gott og gleðiligt, at ein hevur møguleikan at stroyma gudstænastur og onnur tiltøk, men tað gevur ikki somu kensluna ella somu upplivingina, sum tá ein er í sama høli við møguleika at práta saman, sigur altso Marjun Lómaklett.
Theodor E. D. Olsen, prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, kemur at enda við hesi staðfestingini:
- Jú, teimum leingjast eftir at sleppa aftur til gudstænastur. Hetta er eisini galdandi fyri merkisdagar og høgtíðir í kirkjuni, tá serliga nógv fólk plaga at leita sær í kirkju.
- Men eg haldi tó eisini, at fólk eru errin av, at kirkjan torir at “ganga á odda” – tað vil siga, at kirkjan torir at lata aftur og ikki taka nøkur óráð fyri, nú korona herjar.
Fólkakirkjan