Maverick letur upp kl. 18.00 íkvøld, har fótbóltur verður á skránni og hevur Maverick skaffa sær ein nýggjan flatskerm til niðaru hæddina og nú er góðskan sera góð. Kl. 19.45 verður Gekkur við "Happy Hour" til tey sum spæla Gekk. Gekkur er uppá 100.000,00 kr., pluss ein kann vinna ein bil. Aftaná verður hópin av tónleiki á skránni.
Leygardagin opið frá kl. 13.00 - 04.00
Av tí at flestu handlarnir í býnum hava langan leygardag, letur Maverick Barr upp kl. 13.00 leygardagin, har hópin av fótbólti er á skránni, so nú kann konan fara at keypa jólagávur og maðurin kann fara í Maverick at hyggja eftir fótbólti. Fótbóltsskráin er hendan:
13.00 Liverpool - Chelsea
15.00 Manchester United - Crystal Palace
17.30 Queens Park Rangers - Manchester City
Aftaná verður tónleikur á skránni og seinni aftur Karaoke í Maverick.
SáH